Uttanlands

Danska valið: Orkan høga raðfesting

Danska kommunuvalið snýr seg m.a. um, um  danir skulu loyva uppsetan av vindmyllum og sólkyknum kring alt landið

2025-11-18 17:40 Author image
Jan Müller
placeholder

Í dag er kommuval í Danmark. Sera stórur áhugi er fyri valinum, nú so nógvir spurningar standa ásvaraðir. Ein tann, sum fyllur mest, er ótrygga støðan í fólkaskúlanum. Men valstríðið snýr seg so sanniliga eisini um náttúru, umhvørvi og orku. Tað er eingin loyna, at flestu av politisku flokkunum í landinum ganga inn fyri grøna orkuskiftinum, summir meira og summir minni, men grøna bylgjan tykist hava tikið fastatøkur í nærum alt tað danska politiska umhvørvið, og á COP30 veðurlagsráðstevnuni í Brasil leggja umboð fyri donsku stjórnina fram uppskot um, at Danmark skal ganga á odda í heiminum, tá talan er um at skerja CO2 útlátið. 

Tað er heldur einki dulsmál, at millum politikararnar í Fólkatinginum er stór undirtøka fyri at seta upp vindmyllur og sólsellur á landi. Men hetta eru lokalir politikarar, sum skulu veljast í kommunustýrini kring Danmark, ikki á einum máli um, og tí fyllur spurningurin um vindmyllur og sólsellur í grønu náttúrini kring landið nógv.

Danmark telist annars millum tey londini, sum hava drúgvast royndir við vindmyllum. Hetta hevur m.a. givið donskum vindmylnuídnaði vind í seglini við stórum útflutningsmøguleikum til onnur lond. Tó hevur hetta eisini skapt trupulleikar, eitt nú í USA, har stórar danskar orkufyritøkur hava verið noyddar at pakka saman, síðani Trump kom til valdið. Í Danmark eru tað tí eisini politikarar, sum halda, at heldur enn at satsa uppá at seta upp vindmyllur í øðrum londum, eiga fyritøkurar at leggja seg eftir at menna vind-og sólorkuna í Danmark og harvið sleppa skjótari av við kol, olju og gass. 

Hvussu hetta fer at eydnast fáa vit kanska meira at vita um eftir kommunuvalini í dag, har nettupp vindmyllur og sólsellur standa ovarliga á atkvøðuseðlunum, tvs. millum politikarar, sum antin eru fyri ella ímóti. Um somu tíð sum danska stjórnin saman við flestu av andstøðuflokkunum vil økja um vind- og sólorkuframleiðsluna fyri at kunna halda lív í grøna orkuskiftinum, so hoyrast veljararøddir alla staðni í Danmark, sum hvørki vilja vita av vindmyllum ella sólsellulundum. Tær larma og skemma umhvørvið og náttúruna. Andstøðan í Danmark skuldsetur donsku stjórnina fyri manglandi veðurlagsleiðaraskap. Skuldsetingar sum at stjórnin gera kornmarkir til jarnmarkir hoyrast eins og at fólk verða als ikki hoyrd ella kompenserað, tá teirra urtagarðar og markir verður brúktar til vindmyllur og sólkyknur. Setið sólkyknur á húsatekjurnar og myllur upp á havinum hoyra vit aftur og aftur frá hesum fólkum. 

Somu røddir heita á politikararnar heldur at leggja seg eftir at útbyggja vindorkuna til havs. Hetta er eisini nakað, sum danskir politikarar hava raðfest eins og teir í grannalondunum, men sum nú viðurkenna, at sera torført er í løtuni at útbyggja vindorkuna til havs, tí konstnaðurin er so nógv vaksin, at hetta reint sagt ikki kann betala seg. Tað seinasta, sum er hent, er at danska stjórnin ætlar at stuðla havvindorkuverkætlanum við at seta almennar pengar í. Hvussu hetta fer at eydnast vil tíðin vísa. 

[object Object]

Ein partur av kritikkinum snýr seg eisini um, at heldur enn at geva nøkrum fáum vinnulívsmonnum og fyritøkum í stórbýunum vinningin av at seta upp vindmyllur kring landið, so eiga lokasamfeløgini at fáa ágóðan og vinningin.  

Tað seinasta, sum hevur tikið seg upp í orkukjakinum er spurningurin um kjarnorku. Fleiri flokkar halda, at kjarnorka er svarið uppá framtíðar grøna orkuskiftið og royndirnar at kunna nøkta tørvin á orku. Aðrir flokkar siga, at hetta tekur alt og langa tíð og er ov dýrt. 

Hóast danskir politikarar vilja olju og gass til lívs, so er tað ein sannroynd, at gassið í Norðsjónum framvegis hevur stóran týdning fyri donsku orkunýtsluna, nú Tyra feltið í Norðsjónum er við til at gera Danmark sjálvveitandi við orku og entá eisini at kunna útflyta fossila orku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder