Uttanlands

Danska Vestas heimsins størsti vindmylluframleiðari

Hóast marknaðarparturin minkaði í fjør var Vestas kortini heimsins fremsta vindmyllufyritøka í farna ári

2023-04-28 17:08 Author image
Jan Müller
placeholder

Hon átti munin á kinesisku Goldwind. Hetta vísir frágreiðing frá Global Wind Energy Council.

Vestas átti 14,0 prosent av vindmyllunum, sum vórðu framleiddar í fjør. Kineiska verksmiðjan hevði 13,1%. Vestas liggur serliga á odda í londum sum USA, Brasilia, Finlandi, Fraklandi og Pólandi, men høvuðsmarknaðurin hjá Goldwind er Kina.

Í fjør vórðu settar upp 21.575 vindmyllur í heiminum við eini samlaðari orku uppá 89,890 megawatt, sum var 14% lægri enn í 2021. Eftir Vestas og Goldwind kemur Siemens Gamesa, sum eisini gjørdist størsti framleiðari av havvindmyllum í 2022.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder