Uttanlands

Danske Bank vil gevast at fíggja kolvetnisvirksemi

Bankin hevur boðað frá, at hann í framtíðini fer at gevast við at stuðla kolvetnisvirksemi av ymsum slag

2023-02-04 23:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta skrivar Berlingske Tidende sambært Ritzau. Higartil hevur bankin fíggjað kolvetnisverkætlanir í fleiri londum, men umboð fyri eitt nú umhvørvisfelagsskapir hava mótmælt hesum. Og nú hevur bankin eftir øllum at døma tikið mótmælini til sín og fer í hvussu er bara at fígggja kolvetnisvirksemi, sum er tengt at tí grøna orkuskiftinum.

Áður hevur bankin lænt pening út til feløg, sum kanna møguleikan fyri at leita eftir nýggjum olju- og gasskeldum. Men tað er søga sigur Samu Slotte, sum stendur fyri burðardyggari fígging í Danske Bank.

Bankin fer hereftir einans at lata fígging til oljufeløg, sum binda seg til, at tey ikki ætla at víðka um sítt virksemi, annað enn til tær verkætlanir, sum vórðu góðkendar innan 31. desember 2021 sigur hann við Finans.

Sambært DR hevur Danske Banke lænt pening til m.a. norska Equinor og Aker BP, sum eru í ferð við at útbyggja oljukeldu í Arktis, nevnd Wisting.  Bankin sigur seg heldur ikki fara at lata fígging til oljufeløg, sum fara at taka nýggj olju- og gassfund í nýtslu. Kortini fer bankin ikki grundleggjandi at broyta sína íløgustrategi. Tvs. at hann fer framhaldandi at gera íløgur við peningi hjá kundunum, í oljufeløg, sum leita eftir nýggjum olju- og gasskeldum. 

Greinarar siga, at tað annars er avmarkað, hvussu stóran leiklut bankin hevur í kolvetnisvirksemi sum heild. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder