Spurningurin um hvussu stóri og týðandi parturin av danska búskapinum, nevniliga landbúnaðurin, skal gerast partur av grøna skiftinum, hevur fylt nógv í politiska orðaskiftinum í Danmark. Avtalan er partur av einum orku- og umhvørvispakka, hvørs endamál er at minka um CO2 útlatið til tess at steðga broytingum í veðurlagnum.
Frammanundan hevur stjórnin tikið stig til fleiri aðrar broytingar í samfelagnum, sum skulu stuðla uppundir grøna skiftið, eitt nú við at steðga allari nýggjari oljuleiting og menna vindorkuna við tveimum orkuoyggjum.
Avtalan um landbúnaðin er søgulig sigur danski fíggjarmálaráðharrin, Nicolai Wammen. -Hetta er Danmark, tá tað er best. Hóast tað hevur verið ein torfør uppgáva, so kunnu vit loysa hetta saman, segði hann eftir at hava staðið fyri samráðingunum nú í fleiri vikur.
Við hesi avtaluni eru flokkarnir samdir um at seta bindandi mál fyri útlátið av CO2 í landbúnaðinum uppá 55-65% fram til 2030. Haraftrat hava flokkarnir avgjørt at betra um vatnumhvørvið við at minka um køvievnið við 10.800 tonsum fram til 2027. Andstøðuflokkarnir hava fingið viðhald frá stjórnini um, at 3,8 mia. almennar kr. skulu brúkast í landbúnaðinum til tess á røkka málunum.
Hóast stuðulsflokkarnir hjá stjórnini tóku undir við avtaluni, so heldur Eindarlistin, at farið átti at verið enn longri fyri at fremja grøna skiftið í landbúnaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald