Síðani orkukreppan í Evropa tók ferð á seg eftir, at russar skrúvaðu fyri gassinum hava londini í ES roynt at fylla upp gassgoymslurnar til veturin. Málið hevur verið at røkka 85% av gassi í goymslunum og sambært DR hevur Danmark nú rokkið hesum máli, soleiðis at landið er betri fyri til at klára seg gjøgnum ein kaldan vetur. Donsku goymslurnar eru á tremur veit felagið Green Power Denmark og Energinet at siga frá. Hetta merkir, at Danmark er væl fyri til at kunna standa ímóti einum køldum vetri.
Danmark kann klára seg við verandi gassgoymslum í 2-3 vetrarmánaðir men eftir tað er landið heft at donsku framleiðsluni av biogassi og innflutningi av gassi úr øðrum londum í Evropa.
Hini londini í Evropa hava eisini megnað at fylla sínar goymslur tó at tað er ymiskt frá landi til land. Eitt nú eru goymslurnar í Týsklandi 96% fullar, meðan tær í Fraklandi eru 98,9% fullar. Hetta merkir, at prísurin á gassi hevur verið lækkandi og er í løtuni tann lægsti hetta seinastra árið.
Í ES londunum eru tó teir ógvusligu gassprísirnir við til at skapa stórar trupulleikar bæði fyri vanligar borgarar og fyri vinnufyritøkur, og tí hevur ES nevndin nú lagt fram nýggj uppskot, sum skulu fáa bilbukt við høga gassprísin. Hetta verður m.a. gjørt við, at limalondini og teirra fyritøkur skulu arbeiða saman um at keypa ein part av gassinum í felag. Á tann hátt kunnu tey sleppa undan at skula yvirbjóða hvørtannað og harvið trýsta prísirnar óneyðuga nógv upp.
ES nevndin ynskir eisini at seta í verk eina fyribils neyðbremsu, sum kann brúkast, um prísirnir á gassi bráddliga gerast ov høgir.
Lagt verður eisini upp til, sambært DR, at limalondini skulu binda seg til at vera solidarisk. Tvs. at londini binda seg til at hjálpa hvørjum øðrum, um eitt av teimum bráddliga hevur tørv á gassi.
Hóast hesi mongu uppskot sæst einki til nakað uppskot um at seta í verk eitt prísloft á gassi, sum ein meiriluti av limalondunum hevur lagt upp til. Uppskotini eru til umrøðu á ES toppfudi hósdagin og fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald