2024-02-09 17:41
SEV: Nýggjasti og størsti drekin hjá Minesto, sum hevur fingið navnið Luna, varð settur út í sundið fyri nøkrum døgum síðani, og Minesto boðar í dag frá, at fyrstu kWt eru framleiddir inn á netið hjá Sev.
Niðanfyri er videoklipp frá Minesto, sum vísir 28 tons tunga drekan verða heysaðan av kai kantinum í Vestmanna, sleipaðan út í sundið av sergjørda bátinum, og eisini eru myndir, sum vísa eitt sindur av mekanikkinum inni í drekanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald