Síðani herverkið móti gassleiðingum í Eystrasalti hava norskir myndugleikar nú í eina tíð sæð fleiri ókendar dronur nærhendis olju- og gassstøðir ymsa staðni í Norra og her serstakliga til havs. Í gjár var drona skrásett nærhendis floghavnina í Bergen og varð alt flogvirksemið steðgað í fleiri tímar.
Norska løgreglan eins og trygdartænastan fylgja væl við, hvat hendir á økinum, og í gjár var ein russiskur borgari handtikin í Norðurnorra fyri ólógliga at hava flogið við dronu á Svalbard.
Norskir myndugleikar bera ótta fyri, at fremmand stjórn stendur aftanfyri mongu dronuflúgvingarnar og halda, at tær kunnu hava til endamál í fyrsta lagi at skapa ótta í Norra, nú landið veitir stóran partin av gassinum til Evropa, og í øðrum lagi hava í umbúnað at endurtaka álopið á gassleiðingar í Eystrasalti.
Nú gassveitingarnar úr Russlandi eru nærum heilt steðgaðar upp til Evropa hevur norska gassið fingið alstóran týdning fyri stóra evropeiska marknaðinum. Gitt verður at Putin forseti bara bíðar eftir rætta høvinum at fremja sabotasju móti norska orkuinfrakervinum bæði á landi og til havs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald