Innanlands

Earth Hour: Elnýtslan minkaði 2,8 MW

At Earth Hour varð markerað leygarkvøldið sást aftur í føroysku elframleiðsluni, sigur Sev

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

2026-03-30 11:52 Author image
Alda Nielsdóttir

Fleiri kommunur, virki og húsarhald valdu at sløkkja ljós og eltól leygarkvøldið, tá Earth Hour var markeraður um stóran part av heiminum, og hetta sást aftur í føroysku elframleiðsluni.

Hendan tíman minkaði føroyska elframleiðslan 2,8 MW, skrivar Sev í tíðindaskrivi.

– Veðrið var serstakliga gott hesa løtuna, nærum vindstilli, og tað ávirkaði eisini elframleiðsluna. Tvs. at hóast elframleiðslan var 100% burðardygg um alt landið bæði áðrenn og aftaná Earth Hour, so var hon nærri 50% júst tíma jarðarinnar.

– Í Suðuroy var framleiðslan 100% burðardygg allan leygardagin.

Elfelagið leggur afturat, at elframleiðslan í Suðuroy hevur verið gott 95% burðardygg seinastu sjey dagarnar.

Hetta tíðarskeiðið hevur framleiðslan í meginøkinum hevur verið 86% burðardygg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald