Nú er arbeiðið við nýggjum havnarlagi í Søldarfirði komið somikið langt, at umboð fyri EFFO og Runavíkar kommunu í farnu viku kundu skriva undir leigusáttmála undir økinum, har ið orkufelagið EFFO nú fyrireikar at byggja ein nýggjan orkudepil. Søgan er serlig um orku og Søldarfjørð og tey feløg, sum hava virkað í økinum kring um gomlu oljutangarnar síðan seinra heimskríggj skrivar Runavíkar kommuna á síni heimasíðu og heldur fram:
-Rákin av stríði, heimsstríði, angar úr kringumstøðunum. Bretski herflotin valdi sær frá krígsbyrjan Skálafjørðin sum høvuðsstøð í Føroyum, og Søldarfjørður gjørdist á mangan hátt ein miðstøð. Í 1942 sóust bretar við mátistokkum í gerðinum hjá Peturi úti á Bø, og longu í september í 1943 vóru teir, saman við føroyskum arbeiðsmonnum, lidnir at byggja teir ikonisku tangarnar – har brennievni skuldi goymast til herskipini.
Eftir at teir sameindu høvdu vunnið heimsstríðið fóru bretar av landinum aftur, og meginstøðin á landi í Søldarfirði gjørdist ogn hjá Føroya Løgtingi, og tað er hon framvegis. At kalla alla hesa tíð hevur virksemi verið í økinum. Stutt eftir kríggið leigaði Føroya Oljusøla hjá Esmari Fuglø tangarnar, Sigurd Berghamar stjórnaði felagnum, meðan Esmar var trolaraskipari, og í 1949 keypti ESSO felagið og Esmar gjørdist tá stjóri. Honum á baki kom strandingurin Jákup Kass. Dagligur leiðari í Søldarfirði var Dánial Hansen – sum bara gekk undir navninum ESSO-Dánial.
Eitt kuriosum er tað, at hesa tíðina lat ESSO nýbygningin “Esso Søldarfjørð” smíða í Týsklandi. Hann sigldi í mong ár innanoyggja, og táið skipið var blivið ov lítið, lótu teir “ESSO Føroyar” smíða á Tórshavnar Skipasmiðju til sama endamál.
Seinri keypti Statoil virksemið hjá ESSO í Føroyum, - og í nakað nógv ár hevur føroyska orkufelagið EFFO nú verið eigari av virkseminum. Tí eru tað nú áleið 80 ár síðan, at Søldarfjørður gjørdist bunkringarstøð hjá føroyskum og útlendskum skipum, og ein av megingoymslunum av brennievni til stovnar og húsarhald kring landið. Hóast væl røktir eru tangarnir farnir at eldast, og tíðin var nú komin til eitt nýbrot. Gomlu tangarnir vera kortini standandi, teir eru friðaðir sum krígsminni.
Runavíkar kommuna takkar EFFO fyri sera gott samstarv í allari prosessini fram til hendan dag, nú leigusáttmáli varð undirskrivaður skrivar Runavíkar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald