Innanlands

Ein vælvirkandi FAS skipan góð fyri Føroyar

Men avbjóðingar eru. Føroysk skip hava ikki loyvi at sigla í øllum Evropa. Tað má broytast heldur Hentzar Steingrímsson, stjóri í Tor Shipping.

Hentzar Steingrímsson, stjóri í Tor Shipping: -Vit hava tíverri onkrar avbjóðingar í FAS skipanini. Eitt nú capotagu sigling – tað at føroysk skip mugu fáa loyvi til at sigla í øllum Evropa. Tað hava tey ikki í dag, og tá verður vónandi broytt.

Hentzar Steingrímsson, stjóri í Tor Shipping: -Vit hava tíverri onkrar avbjóðingar í FAS skipanini. Eitt nú capotagu sigling – tað at føroysk skip mugu fáa loyvi til at sigla í øllum Evropa. Tað hava tey ikki í dag, og tá verður vónandi broytt.

2020-04-13 00:00 Author image
Jan Müller
placeholder

Var tað ikki fyri føroysku FAS skipanina, so var norska frálandsskipið Stril Merkur neyvan komið til Føroya og hevði neyvan havt føroyska manning burturav. Hentzar Steingrímsson, sum er ein av eigarunum av útgerðarfyritøkuni Tor Shipping, heldur tað vera sera gott fyri Føroyar at hava eina  væl virkandi FAS skipan. 

"Útlendsk reiðaríir kunnu, eins og føroysk, skráseta síni skip undir FAS, og hetta skapar arbeiðspláss og avleitt virksemi í Føroyum. Eru skipini mannað við føroyingum, liggur sjálvsagt enn meira eftir í føroyska samfelagnum. Men vit hava tíverri onkrar avbjóðingar í FAS skipanini. Eitt nú capotagu sigling – tað at føroysk skip mugu fáa loyvi til at sigla í øllum Europa. Vit hava í áravís havt samskifti við Vinnumálaráðið um hendan trupulleikan, men tíverri røkist lítið fyri, at hann verður loystur,” sigur hann og leggur aftrat:

"Nú eru politikkarar eisini farnir at tosa um eina FAS skipan til flogfør, og tað ljóðar spennandi. Tó giti eg, at teir við flogførunum fáa somu trupulleikar, sum teir við skipunum hava viðvíkjandi capotagu. Men kanska fáa teir loyst báðar trupulleikarnar í einum." 

Hann vísir á, at  tey útlendsku feløgini, sum tey samstarva við, siga, at ein av fyrimununum við at verða undir FAS er, at tað er skjótt og ókompliserað at samstarva við Sjóvinnustýrið og føroyskar myndugleikar yvirhøvur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder