Stigtakararnir til hesa størstu messu av sínum slag í Evropa siga, at messan verður frá 5. til 8. september í 2023. Møguliga verður ein minni messa kortini hildin seinni í hesum árinum. Tað veldst so alt um, hvussu støðan við korona er til ta tíð, og um áhugi er frá vinnuni at halda slíkt tiltak tá.
Hóast útsetingina so verður ein onnur týðandi oljumessa “Subses Expo” kortini hildin sum ætlað 22. til 24. februar.
At messan verður útsett er eitt stórt bakkast fyri oljuvinnuna og annars annað virksemi í Aberdeen. Hetta fer at merkjast hjá bæði gistingarhúsum, hýruvognsførarum og matarstøðum.
Vanliga hava føroyskar fyritøkur luttikið á slíkari messu men ikki tey seinastu árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald