Innanlands

Eingin vindmylnulund fyrr enn fuglalívið er kannað

Yvirfriðingarnevndin eftirlíkar ikki ynskinum hjá Elveitingareftirlitinum um at sleppa undan kravinum um kanning av fuglalívinum í Klivaløkshaga í Sandoynni

2025-10-01 15:16 Author image
Jan Müller
placeholder
Hóast nevndarformaðurin í SEV í grein í miðlunum nú um dagarnar heitti á umhvørvismyndugleikarnar um ikki at seta forðingar í vegin fyri útbygging av vindorkuni í Sandoynni, so hevur Yvirfriðingarnevndin nú  gjørt greitt,  at alt fuglalívið í lendinum, har vindmyllur skulu setast upp í Klivaløkshaga á Sandi, skal  kannast til fulnar. Tað merkir, at Yvirfriðingarnevndin heldur fast um avgerð sína í august. Hetta veit Útvarpið at siga frá. 

Tað var fyrst í september, at Elveitingareftirlitið heitti á Yvirfriðingarnevndina um at taka málið upp aftur, og sleppa kravinum um at kanna fuglalívið og hvussu fuglurin ferðast har á leiðini.

Elveitingareftirlitið sigur í skrivi til Yvirfriðingarnevndina, at Vernd hevur gjørt eina fakliga meting um ávirkanina á fuglalívið í økinum. Deildin Vernd, sum umsitur náttúruverndarlógina á Umhvørvisstovuni, kom til ta niðurstøðu, at "ætlanin fær lítlan ella ongan týdning fyri fuglastovnarnar".

Yvirfriðingarnevndin hevði aftur fund um málið 18. september, og hevur avgjørt ikki at ganga ynskinum hjá Elveitingareftirlitinum á møti sambært Útvarpinum. 

Yvirfriðingarnevndin heldur, at tað vanta týðandi upplýsingar um, hvørjar avleiðingar verkætlanin við vindmyllunum fer at hava á fuglastovnarnar í økinum og vísir á  ferðingina hjá fuglunum millum støðini, har fuglurin búleikast, til støðini, har fuglurin savnar sær føði. 

Tað var eisini tí  Yvirfriðingarnevndin 13. august í ár samtykti, at hesin tátturin í náttúruni skal greinast, tí árinskanningin hjá Vernd umrøður ikki ferðingina hjá fugli.

Elveitingareftirlitið vísir í síni áheitan á Yvirfriðingarnevndina um at taka málið uppaftur, at vindmyllulundin er flutt longur norður.

Til tað skrivar Yvirfriðingarnevndin, at tað er ikki greitt, um nýggja staðsetingin hevur størri ella minni týdning fyri fuglastovnarnar ella ferðingina hjá fuglinum. Hesin parturin er ikki lýstur. Og ein meting hjá nevndini um nýggju staðsetingina kan ikki byggjast á ein varhuga.

Yvirfriðingarnevndin krevur, at felagið, sum hevur fingið tilsøgn um vindmyllulundina í Sandoynni, ger eina kanning, sum varar eitt ár. Áðrenn kanningin verður sett í verk, skal Yvirfriðingarnevndin góðtaka kanningarætlanina.  

Kelda: KVF
Mynd: Sp/f Vindorka

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder