Uttanlands

Einki boð uppá danskar vindmylnulundir

Danska grøna orkuskiftið fekk nú um dagarnar eitt ordans skot fyri bógvin, tá als eingin fyritøka vísti áhuga fyri fyrstu stóru donsku útbjóðingini av vindorku til havs

2024-12-07 12:46 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað kom púra óvart á danskar orkumyndugleikar, tá freistin fyri at bjóða uppá tríggjar risastórar vindmylnulundir til havs varð úti: ikki eitt tað einasta boð kom inn.

Útbjóðingin fevndi um at byggja út grønu orkuna við trimum orkulundum, sum skulu framleiða 3GW streym, ið skuldi nøkta tørvin hjá 6 mió. húsarhaldum og ídnaði bæði í Danmark og í Evropa annars. Vindmylnulundirnar skuldu vera katalysatorurin í donsku royndunum at fara frá olju og gassi til grøna orku eins og verja orkutrygdina í landinum eftir russisku innrásina í Ukraina.

Danskir politikarar eru ovfarnir av úrslitinum av hesi fystu stóru útbjóðingini av havvindorku, sum annars skuldi vera ein av ígongdsetarunum til orkuskiftið. Nú verður spurt, hvat fer at henda 1. apríl, tá freistin til enn eina útbygging er úti.

Spurningurin er,  hvat orsøkin kann vera til hetta fyri grøna orkuskiftið vánaliga úrslitið. Svenska orkufyritøkan Vattenfall, sum alment hevur sagt, at hon ætlaði at leggja boð inn, sigur nú, at treytirnar hava verið alt ov vánaligar. M.a. hevur danski staturin ikki viljað latið stuðul til verkætlanina, nakað, sum hendir í øðrum londum. Umboð fyri vinnuna siga annars, at ein orsøkin er eisini tann høga rentan, sum dýrkar útbyggingina. Somuleiðis kann inflatiónin hava havt týdning.

Eygleiðarar siga eisini, at ein orsøkin til støðuna kann vera, at tað gongur alt ov seint við at elektrifisera samfelagið her ikki minst flutning, ídnaðin og orkugoymslur so sum battaríir. Soleingi samfelagið ikki leggur størri dent á umrøddu elektrifisering, er ilt hjá vindorkuframleiðarum at sleppa av við sínar vørur fyri ein lønandi prís. Tað er rætt og slætt ikki nóg stórur eftirspurningur eftir  orkuni.  

Felagið Dansk Erhverv sigur í eini viðmerking, at tað er vorðið sera kostnaðarmikið at byggja út havvindorku og váðin er eisini stórur.  

Tá orkumyndugleikarnir í Bretlandi fyri fáum árum síðani sjósettu sína fyrstu útbjóðing við havvindmyllum hendi júst tað sama. Einki boð kom og var hetta ein vanlukka fyri ætlaða orkupolitikkin. Eftir tað vóru myndugleikarnir noyddir til at broyta treytirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder