Uttanlands

Eitt tað besta oljuleitiárið í Norra síðani byrjan

-samtíðis tað ringasta nakrantíð hinumegin markið í Bretlandi  

Oljuleitingin í norska partinum av Norðsjónum var ein tann størsta nakrantíð, um somu tíð sum hon var tann ringasta í bretska partinum.

Oljuleitingin í norska partinum av Norðsjónum var ein tann størsta nakrantíð, um somu tíð sum hon var tann ringasta í bretska partinum.

2026-01-08 23:55 Author image
Jan Müller
placeholder

Nú um dagarnar fingu vit at vita, at ongantíð áður í nærum 60 ára longu oljusøguni í Norðsjónum, hevur leitingin eftir olju og gassi í bretska partinum av Norðsjónum verið so lítil. Ikki ein tann einasta boring var í 2025.

Øðvísi fyri ikki at siga fullkomiliga øðrvísi var støðan í norska partinum av Norðsjónum. Norska orkuumsitingin sigur í síni seinastu frágreiðing, at leitingin í 2025 var ein hin mesta í norsku oljusøguni. Fleiri stór og týðandi fund eru gjørd.  Einans 2021 varð betri. Men umsitingin ger greitt, at skal afturgongdin í framleiðsluni steðgast, so er neyðugt við at gera fleiri íløgur í leiting og útbygging av fundum og leiðum. 

[object Object]

Tað, sum  verður funnið á norska landgrunninum er helvt um helvt olja og gass. Fleiri nýggjar olju- og gassleiðir eru funnar, og stendur Norra í dag fyri 30% av gassnýtsluni í ES. Norra er størsti veitarin til Evropa, síðani steðgað varð at keypa gass úr Russlandi. 

[object Object]

Norska undirgrundarfyrisigingin roknar við, at tað verða gjørdar íløgur olju- og gassvinnuna í 2026 uppá 256 mia. kr. Hetta er tó 6,5% minni enn í fjør.

Roknað verður við, at íløgustøðið fer at minka fram móti 2030. Hetta tí at fleiri útbyggingar verða lidnar. Nýggjar verkætlanir fara ikki at kunna avloysa tær. Umsitingin roknar við, at framleiðslan fer at minka móti endanum av 2020-unum. Skal henda minking steðgast mugu avgerðir verða tiknar skjótt um nýggjar útbyggingar. Eisini er tað týdningarmikið at varðveita høgu leitingina. Tørvandi útbyggingar fara at hava við sær munandi minni virksemi  í norska oljuídnaðinum.

[object Object] 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder