Innanlands

Elframleiðslan setir met

Samlaða elframleiðslan í Føroyum í fjør setti met við 480 GWt.

2025-12-29 18:32 Author image
Jan Müller
placeholder

27. desember rundaði elframleiðslan 500 GWt, so metið er væl og virðiliga tikið skrivar SEV á síni heimasíðu. 

Nýtslumynstrið á jólum í ár var nøkulunda tað sama sum í fjør. Størsti eftirspurningurin var sum vera man seinnapartin jólaaftan, tá jóladøgurðin er í ovninum, rørt verður í sósini og eplini verða kókað og brúnkað.

Um sekstíðina á kvøldi fall elnýtslan við heili 10 MW, úr 62 MW, tá mest stóð á, niður í uml. 52 MW.

Til samanberingar var elnýtslan uml. 50 MW tá mesta nýtslan var jólaaftan  í 2020.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder