Innanlands

Elframleiðslan setti met í fjør

Talan var um 424 GWt, og inntøkurnar av elsølu øktust við 4,4 prosentum. Tó tyngja oljunýtsla og harvið oljuútreiðslurnar roknskapin hjá SEV, og tað ávirkar samlaða úrslitið, ið er lægri enn væntað

Grøn orka hevur verið nógv á breddanum, og elframleiðslan øktist 2,6 prosent í mun til árið fyri, men elframleiðslan við vindi og vatni var tó, vegna góðveður á sumri og frostbinding á vetri, undir miðal. Saman við seinkaðum nýggjum grønum framleiðslumátti og øktari elnýtslu hevur hetta elvt til stóru oljunýtsluna.

2022-04-22 13:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

SEV hevur í dag havt ársaðalfund, har ársfrágreiðing og ársroknskapur hjá felagnum eru góðkend.

Tað kom millum annað fram, at samlaða úrslitið hjá SEV í 2021 var góðar 44 mió krónur eftir skatt - og tíggju milliónir fleiri fyri skatt -  sum er nakað lægri enn væntað varð við ársbyrjan. 

Hetta er, hóast eftirspurningurin eftir elorku øktist í 2021, eins og undanfarin ár, og elframleiðslan setti met við 424 GWt. Inntøkurnar av elsølu øktust við 4,4 prosentum, og nettosølan var 580 mió. kr, boðar SEV frá, og tað eru serliga alivinnan og framleiðsla av fiskavørum, sum standa fyri økta eftirspurninginum eftir elorku.

Men oljuútreiðslurnar tyngja nógv:

- Meðan inntøkurnar vóru hægri enn væntað, tyngja oljuútreiðslurnar roknskapin hjá SEV. Oljan er framhaldandi ein stór útreiðsla og oljuútreiðslurnar vóru tilsamans knappar 184 mió. kr. Hetta er í søgu felagsins mesta oljunýtslan í einum ári, bæði í nøgd og í kostnaði.

Grøn orka hevur verið nógv á breddanum, og elframleiðslan øktist 2,6 prosent í mun til árið fyri, men elframleiðslan við vindi og vatni var tó, vegna góðveður á sumri og frostbinding á vetri, undir miðal. Saman við seinkaðum nýggjum grønum framleiðslumátti og øktari elnýtslu hevur hetta elvt til stóru oljunýtsluna.

-Roknskaparúrslitið er lakari enn vit høvdu roknað við, og í undirkantinum av einum nøktandi úrsliti. Við fyrivarni fyri, at órógv á oljumarknaðinum fer at ávirka oljuprísin, vænta vit eitt betri úrslit fyri 2022, og fara við góðum treysti undir tær avbjóðingar og verkætlanir, sum standa fyri framman. M.a. Mýruverkið II – pumpuskipanina í Vestmanna – sum er avgerandi fyri grønu kósina.

Hetta sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV, um úrslitið við heimasíðu felagsins.

Á netsíðuni hevur virksemið verið størri enn nakrantíð. Gott og væl 200 milliónir. krónur vórðu í 2021 brúktar til íløgur og rakstrarkostnaðir til netið, sum verður støðugt útbygt, dagført og styrkt. Elnetið verður millum annað útbygt í sambandi við stóru útbyggingarnar hjá alivinnuni.

Harafturat eru kaðalleggingar gjørdar í sambandi við tunlar og aðrar verkætlanir, sum eitt nú verkætlanina við battarí og synkronkompensatori í Porkeri.

Samstundis verða loftlinjur lagdar í kaðal fyri at styrkja um veitingartrygdina og minka um feilir á netinum, har tað framvegis eru nakrir. Í 2021 vóru 10 smærri og størri streymslit, men einki sonevnt black out.

Ársrokniskapurin sæst her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder