Uttanlands

Elizabeth drotning avboð til COP26

Nú fáar dagar undan veðurlagsráðstevnuni í Glasgow hevur Elizabeth drotning í Bretlandi givið avboð.

2021-10-28 11:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Hon skuldi annars seta ráðstevnuna og  hava ein týðandi leiklut  saman við krúnprinsinum.  Orsøkin til avboðið skal vera, at hon er ov troytt til at fara og hava læknar mælt henni frá. Kortini verður hon mett at vera væl fyri. Hon er 95 ára gomul og varð herfyri innløgd á sjúkrahús men skjótt útskrivað aftur. Sjálv sigur hon, at hon er sera vónsvikin av ikki at kunna vera til steðar undir COP26, men ætlar sær kortini at luttaka í videoframløgu.  


Bretska kongshúsið hevur annars gjørt nógv burtur úr at varpa ljós á ráðstevnuna, sum verður ein tann størsta nakrantíð í Skotlandi við meira enn 24.000 luttakarunum úr 194 londum harímillum 120 leiðarar. Drotningin hevur funnist at heimsins leiðarum fyri ikki at gera nokk til tess at stegða veðurlagsbroytingunum. Hon heldur tað verður ov nógv tosað og ov lítið gjørt. 

Tað eru nógvir statsleiðarar, sum ikki vera við í Glasgow, teirra millum russisku og kinversku forsetarnir. Hóast amerikanski forsetin hevur boðað frá luttøku, so stríðist hann í løtuni við at fáa  undirtøku í Kongressini fyri sínum grøna politikki, sum hann annars hevur  ætlað  at leggja fram á ráðstevnuni, skrivar New York Times.  

Millum teirra, sum verða við á ráðstevnuni, og sum hava gjørt vart við seg um manglandi veðurlagspolitikkin og tiltøk, er svenska Greta Thunberg. Eisini eitt av kendastu umhvørvisfólkunum í Norðurlondum, norski Frederic Hauge frá felagsskapinum Bellona verður við. Hann hevur í seinastuni funnist at orkupolitikkinum hjá nýggju norsku stjórnina og vil hava hana at gevast við oljuleiting.

COP26 byrjar sunnudagin 31. oktober og varir fram til 12. november. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder