Í farna mánað var farið undir kanningar í havøkinum millum Hetland og føroyska markið. Kannast skulu umhvørvis- og geofysisku umstøðurnar at kunna leggja ein elkaðal á havbotnin frá Hetlandi til olju- og gasskelduna Rosebank beint eystan fyri føroyska markið.
Norska orkufelagið Equinor, sum er fyristøðufelag fyri Rosebank, er í ferð við at fyrireika eina stóra útbygging á hesi olju- og gassleiðini, og partur av fyrireikingunum er at kanna møguleikarnar fyri at leggja ein streymkaðal á havbotnin úr landi til eitt komandi framleiðsluskip.
Við slíkum kaðali ber til at skifta frá gassi til streym í framleiðsluni. Harvið verður CO2 útlátið munandi minkað. Og slíkar skipanir gerast eisini alt meira eitt krav frá mynduleikunum til bæði verandi og komandi framleiðslur. Miðjað verður móti at brúka orku frá vindmyllum á landi ella til havs til at framleiða streymin.
Endalig avgerð verður tikin um útbygging av Rosebank komandi ár. Metingar vísa, at keldan goymir 300 mió. tunnur av olju og gassi. Equinor hevur longu lisens frá bretskum myndugleikum og herfyri heitti bretski forsætisráðharrin Boris Johnson á oljufeløg um at skunda undir útbyggingar av olju- og gassleiðum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar. Kanningin verður gjørd av norska serútgjørda kanningarskipinum Edda Flora og heldur fram til 11. mai.
Enn ein stór útbygging nærhendis Rosebank liggur á tekniborðinum og eisini har er ætlanini at brúka streym frá vindmyllum til at reka framleiðsluna. Talan er um Cambo leiðina, sum liggur bert fáar kilometrar frá føroyska markinum. Her er oljufelagið Ithaca Energy fyristøðufelag. Tað keypti herfyri hesa og aðrar ognir frá Siccar Point Energy og har part av Rosebank eisini.
Stjórin í Ithaca segði eftir keypið fyri stuttum, at hesar báðar keldurnar við føroyska markið, Rosebank og Cambo hava alstóran týdning at útbyggja, nú tær eru tær størstu á breska landgrunninum, sum enn ikki eru útbygdar. Ella sum stjórin helt fyri: “Cambo and Rosebank are two of the largest undeveloped and most strategically important discoveries in the UK North Sea”.
Um sama mundið, sum hugt verður eftir eini leið at leggja ein streymkaðal millum Hetland og oljuleiðirnar við markið, er eisini sett út í kortini í útbyggingarætlanunum av teimum báðum risastóru keldunum rørleiðingar frá gassleiðunum og víðari til Hetlands ella sum eina íbinding í verandi gassleiðingar, ið ganga frá verandi framleiðsluøkjum miðskeiðis millum Hetland og markið og víðari til Sullom Voe, olju- og gassterminalin í Hetlandi.
Tær báðar oljuleiðirnar við markið, Rosebank og Cambo, sum helst verða riknar við streymi, tá tær verða útbygdar.
Elektrifisering av verandi og komandi olju- og gassleiðum í bretskum sjógvi er eisini ein týðandi partur av stóru orkuverkætlanini “Orion”, sum skal gera Hetland til eitt av heimsins fremstu innan reina og grøna orku. Í hesum sambandi kann nevnast, at stjórin fyri hesa verkætlan, Gunther Newcombe, kemur á vitjan í Føroyum í næstum. Hann fer m.a. at vitja myndugleikar og hava almennar framløgur um hesa forkunnugu verkætan bæði á Atlantic Fair í Klaksvík og í Havn. Tað er FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur, sum hevur boðið honum henda vegin. Hann hevur í mong ár arbeitt hjá myndugleikunum, sum standa fyri leiting umframt at arbeiða hjá BP.
Gunther Newcombe, sum kemur til Føroya m.a. í sambandi við Atlantic Fair messuna í Klaksvík 18. mai, boðin av FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki. Hann fer m.a. at greiða frá Orion verkætlanini, sum skal seta Hetland í fremstu røð, tá tað snýr seg um grøna orkuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald