Uttanlands

Equinor fingið vissu fyri at Rosebank verður ikki steðgað

Sambært útsøgn frá formanninum í Labour í Bretlandi fer flokkurin, kemur hann í stjórn, ikki at steðga olju- og gassútbyggingum sum Rosebank nær føroyska markið

Rosebank keldan liggur skamt frá føroyska markinum.

Rosebank keldan liggur skamt frá føroyska markinum.

2023-06-19 17:51 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað loypti hvøkk á allan orkuídnaðin í Bretlandi, tá formaðurin í bretska andstøðuflokkinum Keir Starmer herfyri róði framundir, at flokkurin, kemur hann í stjórn, fer at steðga øllum nýggjum olju- og gassvirksemi í Bretlandi.

[object Object]

Tað fekk bæði vinnuna, politikarar í øllum flokkum í bæði Bretlandi og Skotlandi og ikki minst týðandi baklandið í Labour, stóru fakfólkini, á barrikadurnar við einum kravi um, at ein komandi Labour stjórn sleppur sínar ógvusligu hóttanir móti ikki minst olju- og gassvinnuni. Víst varð á hvussu stóran týdning vinnan hevur fyri Bretland eins og at hon er og fer at vera ein týðandi partur í royndunum at røkka grøna orkuskiftinum við avmarkandi og loksins null útláti. 

Nú vilja tíðindi í fleiri av miðlunum í Bretlandi, eitt nú The Sunday Times, vera við, at Starmer hevur latið leiðsluna í Equinor vita, at hann fer ikki at seta fót fyri útbyggingini av risastóru olju- og gassleiðini eystan fyri Føroyar, skuldi tað hent, at Labour vinnur komandi valið.Tað er norska orkufelagið Equinor, sum stendur fyri útbyggingini. 

Væntandi fer Rosebank útbyggingin, sum er tann størsta í Bretlandi í mong ár, at fáa grønt ljós frá myndugleikunum í næstum. 

[object Object]

Í eini útsøgn um framtíðar orkupolitikkinum segði formaðurin í Labour m.a., eftir at tað hevur verið gitt og sagt, at flokkurin fór at stegða øllum nýggjum olju- og gassvirksemi m.a.:

“Let me be clear: those who think we should somehow simply end domestic oil and gas production in Britain are wrong.” Lat meg siga tað greitt. Tey, sum halda, at vit fara at steðga heimligari olju- og gassframleiðslu í Bretlandi, fara skeiv”. Og víðari sigur hann:

“Under Labour’s plans, they will play a crucial part in our energy mix for decades to come.” Tvs. at undir Labour fara olja og gass at hava ein týðandi leiklut í orkusamansetingini í fleiri tíggjuár aftrat.

Tað ljóðar eisini, at Labour formaðurin í dag fer at kunngera í røðu, at Labour fer at  skipa ein heilt nýggjan stovn í Skotland undir heitinum “GB Energy”. Hesin skal leggja lunnar undir at gera Bretland til eitt orkustórveldi innan 2030. Hann fer m.a. at skjóta upp at loyva uppseting av vindmyllum á landi og gera avgreiðslutíðina nógv stytri, úr árum til mánaðir.

[object Object]

Ikki bert í Bretlandi hevur verið  fylgt við, hvat fer at henda í sambandi við útbyggingina av tí stóru Rosebank kelduni. Eisini í Føroyum fylgja mong hesi áhugaverdu gongdini, nú keldan liggur so tætt við markið. Kann tað t.d. hugsast, at henda nýggja keldan í grannalagnum kann hava tørv á tænastum frá  føroyskum veitarafyritøkum.

Tað var m.a. hesin spurningurin, sum FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur í tøttum samstarvi við Sjóvinnufelagið, tók upp við stjóran í Equinor í Bretlandi, Arne Gürtner, tá umboð fyri FOÍB vitjaðu á høvuðsstøðini hjá felagnum í Aberdeen í farna mánaði.

Endamálið við vitjanini varð m.a. at kunna Equinor um tær mongu veitingar og tænastur, sum Føroyar og føroyskar fyritøkur kunnu bjóða fram eitt nú í sambandi við eina útbygging og seinni framleiðslu so tætt við markið. 

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder