Uttanlands

Equinor tvey nýggj oljufund í Norra

Boripallurin Deepsea Atlantic, sum í vár kemur á leiðirnar við Føroyar at bora á Rosebank kelduni, finnur olju í Norðsjónum

Boripallurin Deepsea Atlantic, sum Odfjell eigur, finnur olju í Norðsjónum. Í vár skal hann bora fleiri brunnar á Rosebank leiðini tætt við Føroyar.

Boripallurin Deepsea Atlantic, sum Odfjell eigur, finnur olju í Norðsjónum. Í vár skal hann bora fleiri brunnar á Rosebank leiðini tætt við Føroyar.

2026-01-20 14:24 Author image
Jan Müller

Politikkurin hjá norsku stjórnini og fyri tað stórum meiriluta í norska Stórtinginum at geva oljufeløgum loyvi til framhaldandi at leita eftir kolvetnum, tykist geva úrslit eftir úrslit. Í farnu viku gjørdi felagið Vår Energy eitt nýtt oljufund í Barentshavinum.

Og longu í hesi vikuni hevur Equinor funnið olju bæði í Norskahavinum og í Norðsjónum. Fyri okkum í Føroyum hevur fundið í Norðsjónum serstakan áhuga. Orsøkin er tann, at boripallurin, sum felagið hevur brúkt har, er tann sami, sum um stutta tíð kemur á leiðirnar við Føroyar at bora sjey brunnar fyri nýggja orkufelagið Adura (samanlegging av Equinor og Shell). 

[object Object]


Norskir myndugleikar siga, at nýggjasta fundið er gjørt tætt við bretska markið nærhendis Utgard leiðini, har stór framleiðsla fer fram.

Equinor skal nú gera víðari kanningar fyri at vita, um tað kann løna seg at útbyggja nýggju leiðina og binda hana í Utgard.

Oljufeløg, sum arbeiða á norska landgrunninum, leggja seg alsamt meira eftir at leita eftir olju og gassi tætt við verandi undirstøðukervi, tvs. har olja og gass longu verður framleitt. Hetta rættvísger sjálvt smærri fund. 

[object Object]Nýggja fundið er stutt frá bretska markinum. 

Mongu fundini á norska landgrunninum standa sum ein týðiligur mótsetningur til, hvat hendir í hinum partinum av Norðsjónum, sum hoyrir Bretlandi til. Har er nevniliga einki nýtt fund gjørt í langa tíð, fyrst og fremst tí bretska stjórnin hevur steðgað leiting, um somu tíð, sum norska stjórnin ger tað øvugta og roynir at eggja orkufeløgum til at gera íløgur í bæði leiting og útbygging. Hetta fyri at kunna nøkta vaksandi eftirspurningum úr Evropa eftir serstakliga norskum gassi í kjalarvørrinum av russisku innrásini í Ukraina. 

[object Object]


Equinor fann eisini olju í hesi boringini í Norskahavinum herfyri. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald