Uttanlands

Equinor gevur Ørsted hjálpandi hond

Fer at keypa partabrøv furi 9,5 mia. kr. 

2025-09-01 19:18 Author image
Jan Müller
placeholder

Danska vindorkufyritøkan Ørsted, sum hevur verið í tungum sjógvi nú í eina tíð, fær nú eina hjálpandi hond frá norska Equinor. Tað hevur eftir samrøður við Ørsted gjørt av at keypa partabrøv fyri 6  mia. kr. til tess at vera við til at tryggja framtíðina hjá donsku fyritøkuni. Equinor eigur frammanundan 10% av Ørsted. Við nýggju avgerðini varðveitir Equinor sín ognarlut í Ørsted. Í fjør brúkti Equinor 27 mia. kr. til at keypa 10% av Ørsted. 

Danska fyritøkan kom í trupulleikar herfyri, tá amerikanski forsetin gav síni fyrisiting boð um at steðga vindorkuverkætlanum í USA. Hetta hevði við sær, at Ørsted mátti fara út eftir nýggjum partapeningi harav danski staturin, sum eigur góð 50% av fyritøkuni, segði seg vilja økja um sín lut við 30 mia. kr. 

Hóast nýggju íløgurnar í Ørsted so gongur felagið framvegis eini óvissari framtíð á møti, nú Trump forseti aftur og aftur ger greitt, at hann ynskir vindmyllurnar, har piparið grør.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder