
Skulu vit meta eftir skjótu avgerðini hjá norska orkufelagnum Equinor at lata inn nýggja umsókn til umhvørvisgóðkenning av útbygging av olju- og gasskelduni Rosebank tætt við føroyska markið, so ivast felagið neyvan í at fáa grønt ljós.
Tað var annars ein dómstólur, sum fyrr í ár avgjørdi, at loyvi til útbygging av olju- og gasskeldum í Bretlandi vórðu latin á skeivum grundarlagi, tí bara framleiðslan og ikki nýtslan av kolvetnum varð tikin við í umhvørvisgóðkenningina.
Tað hevur eitt nú Equinor tikið til eftirtektar og latið loyvismyndugleikanum eina nýggja uppdateraða umhvørvisumsókn - við tí vón, at hon fer at verða góðkend. Hóast avgerðina hjá rættinum í Skotlandi, so gjørdi hann eisini av, at útbyggingin av Rosebank, sum tá longu varð í gongd, kundi halda fram ótarnað.
Equinor sigur í eini fráboðan, at tað fult og heilt stendur aftanfyri avgerðina at byggja hesa stóru og rættiliga fjarskotnu orkukelduna út til framleiðslu. Hon liggur bert 15 kilometrar eystan fyri Føroyar og gongst sum ætlað byrjar framleiðslan um umleið eitt ár.
Nógvar eru framtíðar orkuleiðirnar á Atlantsmótinum.
Gass av Atlantmótinum til Bretlands
Í løtunu verður arbeitt við at leggja rørleiðing frá Rosebank og binda í aðra gassleiðing vestan fyri Hetland. Haðani fer gassið víðari til Sullom Voe gassverksmiðjuna í Hetlandi fyri síðani at verða flutt til endastøðina í Skotlandi umvegis enn eini rørleiðing. Hetta er sama farleiðin, sum annað gass av leiðunum millum Føroyar og Hetland verður flutt. Eisini verður tað henda rørleiðingsskipanin, sum helst fer at verða brúkt, tá aðrar nýggja gassleiðir á Atlantsmótinum fara undir framleiðslu í framtíðini - og her møguliga eisini gass í føroysku undirgrundini.
Útbyggingin av Rosebank er mett at kosta millum 20 og 30 mia. kr. Umframt Equinor er eisini felagið Ithaca Energy partur av útbyggingini, sum fer at geva arbeiði til 4000 fólk. Um stutta tíð helst longu í hesum árinum, fer Rosebank at skifta eigara til nýggja orkufelagið ADURA, sum Shell og Equinor hava stovnað saman til at taka sær av flestu av ognunum hjá hesum báðum feløgunum á bretska landgrunninum. Tvs. eisini teimum nærhendis Føroyum.
Shell og Equinor koma at standa fyri tí nýggja orkufelagnum ADURA.
Umboð fyri Equinor sigur í sambandi við nýggju og skjótu umhvørvisumsóknina, at Rosebank hevur stóran týdning fyri orkutrygdina í Bretlandi. Tað hevur eisini stóran búskaparligan týdning fyri Bretland og er longu farið at geva sítt íkast til lokalar íløgur og arbeiðsskapandi tiltøk.
Um gott og væl eitt hálvt ár fara vit at síggja hetta framleiðsluskipið eystan fyri Føroyar.
Gass av Atlantsmótinum alsamt størri týdning
Upprunaliga kom herferðin frá umhvørvisfelagsskapum móti Rosebank í kjalarvørrinum á stóru mótstøðuni hjá umhvørvisfeløgum móti enn eini stórari olju- og gasskeldu nærhendis Føroyum, nevniliga Cambo. Hon hevði so við sær, at Shell, sum var partur av hesi kelduni helst m.a. vegna av trýst frá umhvørvisfeløgum gjørdi av at taka seg úr eigaraskapinum.
Men síðani er tað hent, at sama Shell hevur fingið tillutað fleiri nýggj leitiloyvi í økjunum norðan fyri Cambo eins og tað hevur keypt gasskelduna Victory eisini vestan fyri Hetland. Hetta kemur m.a. eftir, at Bretlandi tørvar gass í stóran mun og sum leiðirnar millum Hetland og Føroyar kunnu veita. Eftir russisku innrásina í Ukraina er tørvurin á serstakliga gassi í Evropa vaksin, og verandi gassframleiðarar hava ilt við at nøkta eftirspurninginum. M.a. tí hava gassleiðirnar á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar fingið størri og størri týdning og raðfesting.
Fyrst Rosebank - síðani Cambo
Spennandi verður at fylgja við, nú Equinor og Shell leggja ognir sínar í Bretlandi saman í eitt nýtt felag, hvørjar avleiðingar hetta kann fáa fyri framtíðar virksemi nærhendis Føroyum og tí eisini hvørjar ringar tað kann seta í sjógvin vestur í hav – inn á føroyska landgrunnin til frama fyri bæði oljuleiting og veitingar haðani.
Nú Equinor hevur latið myndugleikunum nýggja umhvørvisumsókn og eftir øllum at døma fer at fáa grønt ljós til at kunna fara undir framleiðslu á Rosebank í 2026, kann tað samtíðis gerast eitt tekin um, at hin stóra keldan við markið, Cambo, kann verða útbygd eisini um ikki so langa tíð. Ithaca Energy, sum eigur kelduna saman við italska ENI, hevur fyri stuttum gjørt greitt, at tað er í ferð við at gera klárt til at senda myndugleikunum umsókn til umhørvisgóðkenning.
Tá og um hesar báðar keldunar fáa endaligt grønt ljós, tá gerast tær størstu olju- og gasskeldurnar í øllum Bretlandi og næsti granni Føroya.
Umhvørvisfelagsskapir hava roynt at steðga øllum olju- og gassvirksemi á m.a. Atlantsmótinum. Hetta fer tó neyvan at eydnast teimum soleiðis sum ábendingar eru í løtuni.
Bretska stjórnin broytt kós
Bretska stjórnin við tí avgjørda orkuráðharranum Ed Miliband á odda hevur annars í eina tíð seinkað eins og sett fótin fyri víðari kolvetnisvirksemi í Norðsjónum. Nakað, sum hevur fingið vinnuna at rópa varskó, nú tað hevur við sær, at Bretland gerst alt meira bundið av innfluttari orku. Hetta hevur so aftur gjørt, at íleggjarar eru rýmdir til onnur lond. Tað merkist so bæði á mistum arbeiðsplássum og mistum inntøkum til landsbúskapin.
Nú eftirspurningurin eftir bæði olju og gassi kring heimin er vaksandi aftur hevur pípan hjá bretsku stjórnini brádliga fingið annað ljóð. Nú ynskir stjórnin eftir øllum at døma kortini at geva loyvi til leiting og útbyggingar, hóast hon framvegis varðveitir sítt mál við netto null útláti í 2050.
Herfyri heitti bretska orkuvinnan á stjórnina um at hava eina hoyring um framtíðina í Norðsjónum. Og so bleiv. Svarið uppá ta hoyringina kemur í næstum og bendir nógv á, at roynt verður at finna ein millumveg, sum bæði vinnan og stjórnin kunnu taka undir við.
Avgerðin hjá bretskum myndugleikum um nýggju umhvørvisumsóknina hjá Equinor um Rosebank vil tí vera ein avgerandi og týðandi ábending um framtíðina í øllum tí stóra økinum millum Hetland og Føroyar.
Møguleikar eru fyri, at vit fara at síggja eina nýggja gassframtíð í økinum nær føroyska markinum, har orkufeløg hava fingið tillutað nógv nýggj leitiloyvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald