Uttanlands

Equinor: Rosebank oljukeldan nær Føroyum høga raðfesting

Norska oljufelagið er farið undir at gera raðfestingar av sínum  virksemi kring heimin.  Rosebank oljukeldan eystan fyri Føroyar hevur høga raðfesting. 

Rosebank oljukeldan tætt við føroyska markið hevur høga raðfesting í framtíðar altjóða virkseminum hjá norska oljufelagnum Equinor

Rosebank oljukeldan tætt við føroyska markið hevur høga raðfesting í framtíðar altjóða virkseminum hjá norska oljufelagnum Equinor

2021-01-26 10:34 Author image
Jan Müller
placeholder
[object Object]
 
 
Nýggi stjórin fyri altjóða olju- og gassvirkseminum í Equinor, Al Cook, hevur fingið til uppgávu at fremja raðfestingar av tess virksemi kring heimin. Felagið, sum seinastu mongu árini hevur gjørt stórar íløgur í bæði leiting, útbygging og framleiðslu av olju og gassi kring allan heim, hevur sett sær fyri at velja út tey lond og øki, har felagið metir tað vera mest lønandi at virka í framtíðini. 
 
Hann sigur við norska  miðilin E24, at nógv av virkseminum hjá Equinor er ikki nóg  lønandi, og hetta skal broytast.  Felagið er tí farið undir at kanna íløgurnar, sum eru gjørdar kring heimin, hvørjar felagið skal halda fram við og hvørjar felagið skal taka seg úr aftur. 
 
Al Cook hevur sett sær fyri at raðfesta londini, har felagið í dag arbeiðir og millum hesi velja nøkur fá lond, har tað skal menna sítt virkemi. Nýggju tónarnir frá nýggja stjóranum merkja tó ikki, at felagið er í ferð við at gevast við sínum altjóða olju- og gassvirksemi, tó at felagið í dag í størri mun raðfestir orkuskiftið og harvið varandi orku. 
 
Brasilia er framvegis tað landið eftir Norra, har Equinor raðfestir sítt virksemi sera ovarliga. Stórar íløgur verða í løtuni gjørdar á fleiri nýggjum oljufundum so sum Peregrino og Bacalhau, har oljuleiting eisini verður raðfest ovarliga. Eisini aðrastaðni á amerikanska meginlandinum ætlar felagið at halda fram við sínum virksemi.  Equinor sær m.a. stórar møguleikar á North Platte fundinum í Meksikanska Flógvanum. 
 
Equinor arbeiðir so eisini í Kanada, har tað eitt skifti var partur av oljusandsframleiðsluni í Alberta, men tók seg seinni út úr tí økinum, eitt nú vegna stóra mótstøðu frá umhvørvisfelagsskapum, sum meta tað slagið av oljuframleiðslu vera sera dálkandi. Kortini er Equinor framvegis partur av leitivirkemi í eystaru statunum í Kanada, Labrador og New Foundlandi, har felagið nøkur ár herfyri gjørdi eitt stórt fund, Bay du Nord.  
 
[object Object]

Vit síggja seinastu útbjóðingarnar í bretskum og føroyskum øki. Rosebank er guli bletturin longst norðuri. Longur fyri sunnann er Cambo keldan, sum Siccar Point og Shell umhugsa at útbyggja. 

 

Men eisini í Evropa eru oljufund, sum Equinor sær stóra framtíð í. Millum hesi er Rosebank keldan á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar, sum felagið keypti frá Chevron nøkur ár herfyri. Útbygging hevur verið á tekniborðinum í eina tíð, men korona saman við lágu oljuprísunum hava fingið felagið at leggja hana á hillina, til støðan aftur broytist.  

Enn eitt øki, har Equinor sær framtíðar møguleikar, er í eystara partinum av Sibiria í Russlandi, har tað hevur sett av 4,9 mia. kr. fyri at samstarva við russiska felagið Rosneft. 

Equinor er eisini virkið í Afrika, har tað hevur gjørt stór gassfund í eitt nú Tanzania. Tó eru stórar avbjóðingar har, sum gera, at felagið enn ikki hevur sett útbygging í gongd. Felagið ætlar at halda fram við leiting í Angola. 

Sum heild er stavnhaldið hjá Equinor við sínum altjóða virksemi, at raðfesta virði heldur enn nógv virksemi. Og her er sum skilst stóra Rosebank fundið ikki so langt frá føroyska markinum frammaliga í metingunum. 
 
Áhugaverdi spurningurin í Føroyum er, um vit kunnu rokna við, at Equinor, sum var sjálvur motorurin í føroysku leitingini eftir ár 2000, aftur fer at hyggja henda vegin. Verður útbygging av Rosebank kelduni veruleiki, so er ikki óhugsandi, at Equinor fer at hyggja eftir møguligum oljugoymslum í grannalagnum, sum aftur kunnu gera eina útbygging meira lønandi. Og grannalagið er m.a. føroyski landgrunnurin. 
 
[object Object]

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder