Uttanlands

Equinor tryggjar 500 arbeiðspláss í norsku oljuvinnuni

Fleiri norskir veitarar til oljuvinnuna hava gjørt sáttmála við Equinor fyri 5 mia. kr. komandi 5 árini

Sáttmálin millum Equinor og fleiri veitarafeløg fevnir m.a. um viðlíkahald og nútímansgerð av 28 pallum

Sáttmálin millum Equinor og fleiri veitarafeløg fevnir m.a. um viðlíkahald og nútímansgerð av 28 pallum

2021-01-21 11:10 Author image
Jan Müller
placeholder
Ein milliardasáttmáli millum norska oljufelagið Equinor og veitaravinnuna fer at vera við til at tryggja 500 arbeiðspláss í norku oljuvinnuni komandi fimm árini. Peningurin skal brúkast til at at veita brunntænastur til 28 pallar, sum Equinor rekur.  Hetta skriva E24 og Stavanger Aftenblad. Talan er um at viðlíkahalda, umvæla og nútímansgera brunnar á norska landgrunninum.
 
Komandi fimm árini skulu brúkast 5 mia. kr. til hesa fyri norska veitaravinnu stóru og týðandi uppgávuna. Fyritøkurnar, sum fara at lata tænasturnar, eru Altus Intervention og Archer saman við fleiri undirveitarum so sum  Wellteck, Schlumberger og Baker Huges.
 
Uppgávan verður m.a. at tryggja, at arbeiði á pallunum er trygt og soleiðis at meira kann framleiðast í framtíðini. Oljuøkini, sum eru umfatað av avtaluni, eru m.a. Johan Sverdrup, Oseberg, Troll, Gullfaks og Statfjord. 
 
Umboð fyri høvuðsveitararnar siga, at henda uppgávan kemur væl við og serliga leggja tey dent á, at Equinor við hesum nýggja sáttmálanum hevur broytt sínar mannagongdir til tað betra. Fyrr hevur felagið gjørt avtalur við hvørt einstakt felag, meðan tað nú hevur latið upp í hendurnar á tveimum høvuðsveitaum at standa fyri avtalunum, sum so aftur gera avtalur um tænastur við ymsar undirveitarar. Umframt at varðveita verandi arbeiðspláss í vinnuni, verður mett, at talan verður eisini um at seta fleiri nýggj fólk.
 
Eingin ivi er um, at hesar avtalur fara eisini at gagna teimum mongu føroyingunum, sum í dag arbeiða í norskari oljuvinnu. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder