Útbyggingin skal vera við til at økja um norsku gassframleiðsluna og harvið eisini at tryggja eftirspurningin eftir gassi í Evropa.
Norski olju- og orkuráðharrin Terji Aasland sigur, at henda avgerðin fer ikki at seta fót fyri norsku klimamálunum, sambært Equinor.
Útbyggingin av Eirin er ætlað at longja um livitíðina hjá risastóru gassleiðini Gina Krog vestan fyri Stavanger. Equinor roknar við at fáa 27,5 mió. tunnur burtur úr hesi útbyggingini, tað mesta gass. Arbeiðið fer at kosta meira enn fýra mia. kr.
Orkuráðharrin sigur, at útbyggingin av Eirin fer at fáa stóran týdning fyri norska orkuframleiðslu og leggur aftrat, at fleiri aðrar leiðir í longu kendum og búnum økjum fara eisini at verða útbygdar. Úbyggingin fer at longja um livitíðina frá 2029 til 2036.
-Hetta er ein avbjóðandi tíð fyri Evropa. Sum støðan er í løtuni fer verandi framleiðsla at minka sum frálíðir, og tí er umráðandi at fara undir nýggjar útbyggingar sigur Aasland við E24 heimasíðuna.
Útbyggingin fer at geva sítt íkast til at varðveita norska landgrunnin sum ein støðugan framtíðar veitara av gassi til Evropa.
Uppá fyrispurning hvussu útbyggingin fer at ávirka ætlanina at røkka klimamálunum sigur Aasland, at hon fer ikki at ávirka málini. Tað verður upp til feløgini at halda hesi málini, tí gera tey ikki tað, so kann hetta gerast sera kostnaðarmikið og sipar her til hægri CO2 prísir og kvotaprísir.
Norski olju- og orkuráðharrin Terje Aasland og Jonas Gar Støre forsætisráðharri, sum vilja økja um gassframleiðsluna fyri at kunna metta orkutørvin í Evropa.
Oljufeløgini hava annars sagt frá, at tað fer at vera sera krevjandi at røkka klimamálunum við verandi prístilgongd. Málið er at minka útlátið við 50% innan 2030.
-Tað verður krevjandi, men málið stendur við. Vit hava bundið okkum til at halda hesi málini, og tað fara vit at halda sigur Aasland.
Í sambandi við at minka um útlátið frá Gina Krog gassleiðini, so fer elektrifisering at vera við til at minka munandi um útlátið. Norra er fyrsta landið í heiminum, sum er farið undir at brúka streym frá eitt nú vindmylnulundum til havs at reka framleiðsluna umborð á pallum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald