Ein av orsøkunum til jaligu gongdina hjá norska orkufelagnum Equinor er uppkeypið av ognunum hjá kanadiska Suncor á bretska landgrunninum. Equinor keypti upp 39% frá Suncore í framleiðandi oljuleiðini Buzzard eins og 40% í oljuleiðini Rosebank við føroyska markið.
Norska orkufelagið, sum annars hevur minkað munandi um sítt virkemi uttanfyri Norra, hevur tó framvegis vónir um at kunna vera við til at menna olju- og gassframleiðsluna í bretskum øki í Norðsjónum og á Atlantsmótinum og hevur í hesum sambandi m.a. keypt upp stórar partar av stórum olju- og gasskeldum í Bretlandi. Talan er um eina langtíðar íløgu eitt nú saman við orkufelagnum Ithaca Energy.
Equinor hevur eisini ætlanir um at útbyggja eina orkustøð í Peterhead í Skotlandi við at brúka gass frá sínum gassleiðum í Norðsjónum. Hetta verður gjørt saman við stóra skotska gassfelagnum SSE.
Hetta hevur fingið umhvørvisfelagsskapum at mótmæla. Tey eru ímóti norsku útbyggingunum bæði til lands og vatns í Bretlandi.
Sambært ársfrágreiðingini hjá Equinor fyri 2023 vaks framleiðslan hjá felagnum við 2% í fjør til 2,1 mió. tunnur um dagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald