Nú um dagarnar var fundur millum forkvinnuna í ES tinginum, Ursula von der Leyen og norska forsætisráðharran Jonas Gahr Støre um orkustøðuna í Evropa og um framtíðar norsku gassveitingina til ES.
-Norra er eitt akker fyri evropeisku orkutrygdina segði Von der Leyen eftir fundin. Undan fundinum legði ES uppskot fram um at áseta eitt prísloft fyri russiskum gassi. Men fleiri ES lond hava sagt, at eisini Norra, sum hevur verið ein hin størsti veitarin av gassi til Evropa, eigur at skerja prísirnar. Norski forsætisráðharrin sigur í eini viðmerking, at eitt evstamark í prísinum var ikki partur av fundinum við ES forkvinnuna sambært heimasíðuni E24.
-Tað hevur týdning at hava ein góðan dialog við okkara partnarar og sameindu í Evropa um ymsar loysnir á krevjandi støðuni, sum hevur tikið seg upp eftir russisku innrásina í Ukraina. Norra hevur frá byrjan gjørt tað vit kunnu fyri at bøta um støðuna í Evropa, og norskar fyritøkur hava eisini økt munandi um framleiðsluna av gassi. Norra letur í dag 8% meira gass til Evropa enn vit gjørdu, tá kríggið byrjaði sigur Jonas Gah Støre í eini viðmerking til fundin.
Hann leggur aftrat, at ein hámarkprísur fer ikki at loysa grundleggjandi trupulleikan, nevniliga at tað er ov lítið til av gassi í Evropa sigur Støre.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald