Oljuprísurin rakk týsmorgun 119 dollarar fyri tunnuna, um somu tíð sum ES lond umrøða spurningin um at seta í gildi innflutningsbann móti russiskari olju. Hetta er fjórði dagurin á rað, at prísurin hækkar.
Orsøkin er m.a. óttin fyri, at trot verður á orku komandi mánaðin. Vandin fyri at Russland tekur stig til at steðga øllum orkuútflutningi til Evropa er eisini við til at økja um prísirnar. Eisini eitt álop á orkuútbúnað hjá Saudi Aramco í Saudi Arabia hevur ávirkað framleiðsluna og harvið eisini prísin.
Tey, sum handla við orku, vilja vera við, at veitingartrygdin av álvara fer at koma í vanda í apríl. Sambært Reuters er í løtuni kjak í ES millum uttanríkisráðharrarnar, antin ES sum felagsskapur skal taka undir við avgerðini hjá USA heilt at seta forboð fyri oljuinnflutningi úr Russlandi.
Semja er ikki millum øll londini í ES at fara so langt. Eitt nú siga Týskaland og Ungarn, at tey eru ov bundin av russiskari orku til at kunna góðtaka bann, skrivar Bloomberg News.
Ráðharrarnir hittast aftur hósdagin at umrøða málið.
Ein kanning í Danmark vísir, at ein stórur meiriluti av dønum eru fyri at banna gassi úr Russlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald