Uttanlands

ES-lond vilja gevast at keypa russiskt gass

Ein stórur meiriluti av ES londum siga seg vilja steðga innflutninginum av russiskum gassi innan 2028.

2025-10-21 09:47 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta verður váttað av danska orku- og veðurlagsráðharranum Lars Aagaard, sum fegnast um, at tað hevur eydnast á fundi í ráðharraráðnum í ES at fáa ein stóran meiriluta av  londunum at gevast við at keypa russiskt gass. Nú skal henda avtala viðgerast í ES tinginum.

Bert tvey ES lond eru ímóti. Tey eru Ungarn og Slovakia, sum ikki síggja nakran trupulleika í at keypa gass úr Russlandi. Tey vísa á, at tey kunnu ikki vera russiskt gass fyriuttan. Av tí at so stórur meiriluti er fyri avtaluni, kunnu Ungarn og Slovakia ikki gera brúk av veto. 

Hóast ES gjørdi av at boykotta keyp av olju og gassi úr Russlandi eftir innrásina í Ukraina, so hevur gingið striltið heilt at steðga innflutninginum av russiskum gassi. Hetta ikki minst tí, at Evropa hevur so stóran tørv á gassi og ikki hevur kunnað verið gass úr Russlandi heilt fyriuttan. Eitt skifti komu 45% av gassnýtsluni í Evropa úr Russlandi. Hetta er síðani lækkað niður í 13%.

Ein avleiðing av orkupolitikkinum hjá ES mótvegis Russlandi hevur verið stórur vøkstur í innflutningi av gassi úr eitt nú Norra. Um tað eydnast heilt at steðga innflutninginum av gassi úr Russlandi fer tað at merkja, at Evropa fer at vera sera bundið at LNG gassi úr USA.

Ein orsøk til, at meginparturin av ES londunum vil steðga keypinum av russiskum gassi er tann, at Russland við søluni av gassi til eitt nú ES kann halda fram við at fíggja kríggið í Ukraina við inntøkunum frá søluni av gassi til onnur lond. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder