2022-05-01 14:26
Tað er líkt til, at ES fer at banna innflyting av russiskari olju við ársenda, siga tvey embætisfólk hjá ES, eftir at ES-kommisjónin og limalondini hava umrøtt málið um vikuskiftið.
ES fyrireikar í løtuni tann sætta sonevnda revsingarpakkan við revsitiltøkum móti Russlandi, sum gjørdi innrás í Ukraina fyri góðum tveimum mánaðum síðani.
Hesi nýggju revsitiltøkini væntast at verða rættað móti russiskari olju, russiskum og hvítarussiskum peningastovnum, og fleiri einstaklingum og fyritøkum.
Sambært Reuters fara orkumálaráðharrar í ES at hittast til fund mánadagin at umrøða ætlaðu tiltøkini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald