ES londini løgdu í farnu viku fram uppskot til eina risastóra íløguætlan, sum skal tryggja, at tess elorkuskipan í stóran mun fer at byggja á varandi orku innan 10 ár. Hetta skal gerast við at økja um vindorkuna til havs 25 ferðir fram til 2050.
Ì dag nøkta vind- og sólorka umleið ein triðing av elnýtsluni í ES, men felagsskapurin sigur, at hesin parturin eigur at økjast til tveir triðingar í 2030, soleiðis at ES í 2050 kann røkka sínum máli at gerast klimaneutralt. ES sigur í tess ætlan fyri varandi orku og her fyrst og fremst vindorku til havs, at málið er at kunna framleiða 60GW í 2030 og 300GW í 2050, sambært Reuters. Verandi framleiðsla fra havvindorku er í dag 12GW. Við ætlanini hjá ES verður henda 5 ferðir størri í 2030 og 25 ferðir størri í 2050.
Endamálið er at hvørt av teimum 27 limalondunum í ES felagsskapinum, sum liggja út til havið, skal kunna geva sítt íkast til vøksturin. Her er talan um londini við Norðsjógvin, Eystursjógvin, Meðalhavið og Atlantshavið. Higatil hava londini við Norðsjógvin gingið á odda, eitt nú Týskaland, Háland, Danmark og Bretland. Størsti vindorkuframleiðarin í Evropa er Bretland, sum nú fer úr EU. Tað hevur bygt út 10GW við vindorku og eru framtíðar ætlaninar hjá Bretland ikki íroknaðar í ES yvirlitinum.
Frans Timmermann, sum stendur á odda fyri veðurlagsspurningum í ES, viðgongur, at málini hjá teimum eru sera víðgongd, men heldur samtíðis, at hetta er einki minni enn sjálvsagda ábyrgdin hjá felagsskapinum sum leiðandi í altjóða vinnu og sum hevur atgongd til so stór havøki, ið kunnu troytast til varandi orkuframleiðslu.
Men hetta verður ikki gjørt uttan risastórar íløgur uppá tilsamans 800 mia. euro ella 6000 mia. danskar kr. fram til 2050, sum fyri stóran part skal koma frá privatum íleggjarum, sum skulu standa fyri bygging av risastórum vindmylnulundum til havs umframt at menna tøkni í sambandi við flótandi vindmyllur. “Okkum tørvar reina orku eins væl og sunn høv", sigur Sergiy Moroz frá evropeiska umhvørvisstovninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald