Uttanlands

ES: Neyðætlan skal forða fyri ringastu avleiðingum av orkukreppu

Forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, legði í gjár fram eina ætlan, sum skal forða fyri ringastu avleiðingunum av orkukreppuni í Evropa.

2022-09-09 15:57 Author image
Jan Müller
placeholder

Í dag viðgera ráðharrar í ES hesa ætlanina, sum í fyrsta lagi snýr seg um at kunna sleppa undan ringastu avleiðingunum av russisku tiltøkunum at steðga gassveitingini til Evropa. 

-Vit eru hótt av astronomiskt høgum elprísum fyri bæði húsarhald og fyritøkur og við stórum avleiðingum fyri marknaðin, segði von der Leyen við tíðindafólk í Brussel. -Vit fara tí at seta fram uppskot um, hvussu vit kunnu seta tiltøk í verk, sum kunnu verja bæði borgarar og vinnuna legði hon aftrat. Stóri spurningurin er at fáa øll tey 27 limalondini at taka undir við eini neyðætlan, sum skal bøta um støðuna, eftir at orkuprísurin er nærum seksfaldaður innan stutta tíð. 

Gjørd er ein ætlan í fýra pørtum. Fyrsti parturin snýr seg um at seta eitt hámark til tess at minka um elnýtsluna, tá hon er størst. Síðani er ætlanin at seta eitt loft fyri orkuprísunum,  eins og at leggja ein kostnað á óvæntað stór yvirskot, sum m.a. orkufeløg hava forvunnið undir orkukreppuni seinastu tíðina. 

-Tíðin er komin til, at brúkararnir kunnu fáa ágóðan av lága framleiðslukostnaðinum av varandi orku, segði hon. 

ES ætlar, at pengar frá hesum tiltøkum skulu koma harðast raktu brúkarunum og vinnuni til góða. Eisini olju- og gassfeløg koma til at rinda meiri skatt ella avgjøld fyri tann ovurstóra vinning tey hava havt í søluni av orku til Evropa hesa seinastu tíðina.  Umhugsað verður at áleggja eyka skatt á eitt nú flótandi gass, sum hevur verið við til at økja orkuprísirnar. 

Í hesum sambandi hevur  Russland longu hótt við heilt at kvetta allar orkuveitingar til Evropa, um so er at hámark verður sett fyri orkuprís á vørum, sum verða keyptar úr Russlandi. Hesa hóttan tykist eitt nú Týskland ikki at óttast.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder