Uttanlands

Evropa keypir russiska olju úr India

Hóast Evropa hevur sett í verk sanktiónir móti Russlandi, sum m.a. fevna um russiska olju, so verður nú avdúkað, at "fjaldar" russiskar oljuvørur so sum diesel og flúgvarabensin, sum verður keypt av londum í m.a. ES, kemur úr India. 

2023-09-16 16:55 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað er danska blaðið Politiken, sum ber hesi tíðindi frá týska miðlinum Der Spiegel. Undan krígnum í Ukraina keypti Týskland stóran part av oljuni úr Russlandi. Hetta broyttist, tá russar gjørdu innrás í Ukraina. Nú er avdúkað, at Týskland eins og onnur lond í Evropa kortini keypir oljuvørur, sum stava frá russiskari ráolju, men tað er umvegis India.

Sambært hagtalsmyndugleikanum  “ Statistisches Bundesamter innflutningurin av oljuvørum úr India hækkaður sera nógv í hesum árinum. Fyrru helvt av 2022 innflutti Týskland olju fyri 275 mió. kr. Fyrstu seks mánaðirnar í ár  er innflutningurin vaksin til 1,15 mia. kr.

Um orsøkina til hetta skrivar týski miðilin, at talan er um indiskt-russiskt snildi. ES hevur sett í verk bann móti russiskari olju. Men hetta fevnir ikki um olju, sum er viðgjørd í øðrum londum, og tí innflyta indarar stórar nøgdir av russiskari ráolju og selur hana víðari sum diesel ella flúgvarabensin.

India sleppur at keypa russisku oljuna til útsøluprís. Meðan landið í juli 2022 rindaði 692 kr. fyri eina tunnu av olju, so varð prísurin eitt ár seinni 473 kr. sambært Reuters. Harvið er russiska oljan bíligari enn olja úr Saudi Arabia ella Irak.   

Tað eru so ikki bert týskarar, sum keypa olju frá Putin umvegis India. Herfyri kundi Jyllands Posten avdúka, hvussu danskir keyparar av olju eru farnir at keypa flogbensin fyri milliardir úr India.

Hóast hesin samhandilin ikki er ólógligur, so vísir hann, at við hesum tryggja russar sær møguleikan at forvinna pening uppá oljuútflutning, hóast stjórnir í Vesturheiminum hava sagt frá, at alt verður gjørt fyri ikki at keypa russiska olju fyri at landið ikki skal kunna brúka oljupengar til kríggið í Ukraina.

Uttanríkisstjórin í ES Josep Borell segði í mai, at sanktiónirnar verða ikki hildnar. Hóast ES ikki keypir russiska olju, so verður diesel, sum stavar frá russiskari olju, keypt úr øðrum londum. Hetta er ikki rætt og eiga limalondini at gera nakað fyri at forða hesum. Áður er komið fram, skrivar Politiken, at Týskland hevur økt um sín útflutning til grannalond hjá Russlandi, hvørs vørur síðani eru farnar víðari til Russlands.

Tað fekk so ES nevndina í juni til at samtykkja enn ein sanktiónspakka móti Russlandi, sum nettupp hevði til endamál at forða fyri tí samhandli, sum stavar frá russiskari ráolju. Tað skal gera tað torførari at halda fram við sanktiónsraktum vørum og tøkni til lond, sum illgruni er til selja hana víðari til Russland.

Keldur: E24, Politiken, Der Spiegel, New York Times og Reuters


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder