Samanlegging av oljufeløgum er um ikki hvønndagskostur, so kortini nakað, sum hendir við jøvnum millumbili. Søguliga sæð gjøgnum seinastu 100 árini eru nógv oljufeløg uppkeypt ella løgd saman. Vit minnast samanleggingina av Conoco Phillips, av BP og Arco, av Exxon og Mobile, av trimum oljufeløgum, sum fingu heitið Total osfr. Nú verður so tosað um at leggja oljurisarnar ExxonMobile og Chevron saman.
Tað skilst, at stjórarnir í feløgunum í fjør umrøddu samanlegging. Meira ítøkiligt er tað so ikki vorðið enn. Talan er um tvey tey størstu oljufeløgini í USA og tóku stjórarnir í feløgunum fyrstu stigini til samrøður, eftir at koronasóttin tók seg upp í fjør.
Verður henda samanlegging veruleiki, so verður hon tann størsta av sínum slag í søguni. Og eitt samanlagt ExxonChevron verður tá heimsins næststørsta oljufelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald