2024-05-18 22:21
Arbeiðarafeløgini, ið eru í verkfalli, hava gjørt avtalu við Magn og Effo, um at eitt skip við olju sleppur at uppskipa olju sunnukvøldið 19. mai. Hesum boða arbeiðarafeløgini tey frá.
- Hetta tryggjar, at føroysku oljugoymslurnar lúka kravda minstamark. Oljan kemur til landið, og verður goymd í avbyrgdu goymslunum hjá oljufeløgunum.
- Oljufeløgini hava samstundis lovað at virða verkfallið, og einans gera neyðsynjar áfyllingar, ið tey hava fingið undantak til, verður sagt.
Mánadagin er ein vika síðani verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum byrjaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald