Uttanlands

Fer at kosta Týsklandi dýrt at banna russiskt gass

Sama er galdandi fyri fleiri av hinum  londunum í ES. Putin hóttir við at slíta gasssambandið, um lond ikki vilja rinda í ruplum fyri gassið

Mynd Reuters

Mynd Reuters

2022-04-25 18:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Hóast Vesturheimurin longu hevur sett hópin av sanktiónum í verk móti Russlandi, seinast við at nokta russiskum skipum at brúka havnir í ES og USA, so er enn eingin endalig avgerð tikin um at heilt at steðga innflutninginum av koli, olju og gassi úr Russlandi. Einstøk lond hava tó gjørt av at gevast við at innflyta orku úr Russlandi, men tey londini, sum í stóran mun dúva uppá russiska orku, eitt nú størsti búskapurin í Evropa, Týskaland, hevur enn ikki tikið avgerð um endaliga at kvetta við russiska orkuinnflutningin. Kortini gjørdi Týskaland av herfyri at steðga Nord Stream 2 gassverkætlanini, ið annars skuldi flyta stórar nøgdir av gassi úr Russlandi til Evropa. 

Í løtuni er hart kjak í Týskalandi um russisku gassframtíðina. Týski bankin, Deutsche Bundesbank hevur sambært Finansial Times roknað seg fram til, at tað fer at kosta týska statinum hundraðtals mia., um ES ger av at gevast við at keypa gass úr Russlandi. Bara fyri Týskaland verður upphæddin 1.339 mia. kr. Hetta fer samtíðis at minka bruttutjóðarúrtøkuna við 5% eins og hækka streymprísirnar munandi og loksins føra til resessión. Týski búskaparráðharrin boðaði í farna mánað frá, at Týskland frá 2024 fer heilt at gevast við at keypa gass úr Russlandi. Týskaland hevur júst avgjørt at útseta ætlanina at gevast við kolaorku, nú so stórur tørvur er á orku.

Russiski forsetin Vladimir Putin hevur annars hótt við at skrúva fyri gasskrananum til sokallað fíggindaliga sinnað lond í Vesturheiminum, um tey ikki rinda í ruplum fyri gass tey keypa úr Russlandi. Slík lond sum eitt nú Eysturríki vísa á, at hetta er ikki í tráð við sáttmálarnar um keyp av russiskum gassi. Putin hevur tó hótt við at slíta orkusambandið frá umleið 1. juni, um lond ikki rinda í ruplum. Póland, sum er sera heft at russiskum gassi, ætlar at skifta út gassið úr Russlandi við flótandi LNG gass úr Norra. Hetta skal koma gjøgnum nýggju baltisku gassleiðingina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder