Nýggja kjarnorkuverkið á oynni Olkiuoto er nógv seinkað. Tað skuldi byrja framleiðsluna í 2009. Nú hetta loksins hendir er frøðin stór í Finlandi, tí við hesum orkuverkinum verður landið minni heft at orku úr útlandinum. Tað er eisini nettupp ein av orsøkunum til, at kjarnorka hevur so stóra undirtøku í Finlandi. Søguligar orsøkir eru til tess út frá royndunum at hava verið bundið at orku úr grannalandinum Russlandi.
Hóast útbygging av kjarnorku er sera dýr, so telur óttin fyri at vera ov heft at russiskari orkuveiting meira enn óttin fyri avleiðingum av kjarnorku skrivar danska blaðið Berlingske Tidende nú um dagarnar.
Kjakið um kjarnorku hevur av álvara tikið seg upp aftur í Evropa í kjalarvørrinum á veðurlagsbroytingunum. Eftir at nógv lond havt vent kjarnorkuni bakið m.a. eftir kjarnorskuvanlukku í Japan nøkur ár herfyri, er kjarnorkan nú aftur partur av orkukjakinum.
Lond eru rættiliga ójøvn á máli um útbygging av kjarnorku. T.d. eru lond sum Danmark, Svøríki og Týskaland ímóti kjarnorku sum framtíðar orkukelda. Onnur lond so sum Frakland, Bretland og fleiri av londunum í Eysturevropa eru fyri kjarnorkuni, tí hon loysir nógv av orkutørvinum uttan at skaða umhvørvið.
Hinumegin eru so tey, sum ávara ímóti framtíðar vandum frá óhappum frá kjarnorkuverkum, sum vit hava fleiri dømi um longu. Kortini verður eisini víst á, at nýggju kjarnorkuverkini kunnu als ikki samanberast við tey gomlu. Tey nýggju eru nógv tryggari. Ímóti tí verður so aftur víst á vandan at goyma kjarnorkuburturkast. So tað gongur báðar vegir og eyðkennir tí eisini kjakið.
Tað eru so eisini tey, sum halda, at menning av kjarnorkuni er alt ov kostnaðarmikil í mun til vanligu varandi orkukeldurnar so sum vind og sól.
Eisini drúgva tíðin til at byggja eitt kjarnorkuverk birtir uppundir ivan og mótstøðuna móti kjarnorku sum framtíðar orkuveiting
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald