
Annita á Fríðriksmørk sigur, at málið hjá Fjarhitafelagnum næstu árini er stigvíst at breiða fjarhitanetið út í høvuðsstaðnum, so hvørt tað er búskaparliga skilagott. Hon vísir í hesum sambandi á, at málið er í tveimum.
- Talan er bæði um stórar orkutungar bygningar og grannaløg, har stórur orkutørvur er á lutfalsliga avmarkaðum økjum, sum liggja tætt við høvuðsleiðingina. Vit skulu í hesum sambandi hugsa um fjarhitan sum eina trygga og kappingarføra loysn bæði fyri arbeiðsplássini og húsarhaldini, sigur forkvinnan í Fjarhitafelagnum.
Fjarhitanetið gagnnýtast til fulnar
Annita á Fríðriksmørk leggur dent á at fáa knýtt so nógvar brúkarar sum gjørligt í verandi 14 kilometrar langu høvuðsleiðing, sum er bulurin í fjarhitanetinum, tí tað er ein búskaparliga skilagóð leið at halda.
- Hesin framferðarhátturin leiðir okkum inn í eina góða ringrás. Tess fleiri brúkarar verða knýttir í verandi høvuðsleiðing, tess bíligari verður fjarhitin, og tess grønari verður høvuðsstaðurin. Ikki fyrr enn verandi høvuðsleiðing verður gagnnýtt til fulnar, ber til at hugsa um at leingja høvuðsleiðingina munandi, sigur Annita á Fríðriksmørk.
Hon nevnir ætlanirnar at knýta Landssjúkrahúsið upp í fjarhitanetið í framhaldi av Fróðskaparsetrinum á Frælsinum, sum fyri stuttum var í bundið netið. Tað er stuttur teinur av Frælsinum oman á Landssjúkrahúsið, ið verður størsti brúkarin í fjarhitaskipanini, um ætlanin verður fullførd.
- Hetta er eitt grønt og búskaparliga skilagott stig at taka bæði fyri Landssjúkrahúsið, fjarhitanetið, høvuðsstaðin og landsmyndugleikarnar, tí talan er um landsstovnar, staðfestir forkvinnan í Fjarhitafelagnum.
Fjarhitin alsamt grønari
Fjarhitafelagið skal halda grønu kósina, og tí skulu nýggjar hitaloysnir byggjast inn í skipanina. Biogassverkið Förka, var dømi um nýhugsan, tá verkið byrjaði at lata Fjarhitafelagnum hita fyri sløkum fimm árum síðani. Næsta stigið á grønu leiðini er ein elketil við goymslutanga, sum skal rekast við avlopsorku frá vindmyllum. Henda hitaloysnin verður tikin í nýtslu í næstum.
Um Landssjúkrahúsið verður knýtt upp í fjarhitanetið, so ber eisini til at byggja eina sjóhitapumpu inn í fjarhitaskipanina, sum verður rikin við avlopsorku frá vindmyllum.
Í fjør stavaðu góð 86 prosent av fjarhitanum frá avlopshita frá Kommunalu Brennistøðini á Hjalla, Sundsverkinum og Biogassverkinum Förka – og gassoljan er støðugt minkandi í fjarhitaskipanini. Oljan er nú fyrst og fremst eykatrygd at taka til, um ikki nóg mikið av avlopshita fæst til høldar, ella um t.d. okkurt brek tekur seg upp.
- Fjarhitafelagið liggur væl á grønu kósini, og fremsta málið hjá nevnd og stjórn er at halda fram at menna henda grøna orkuberan á skynsamasta hátt, sigur Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Fjarhitafelagnum.
Tórshavnar kommuna og SEV eiga Fjarhitafelagið helvt um helvt. Annita á Fríðriksmørk umboðar Tórshavnar kommunu í nevndini, og hinir nevndarlimirnir hjá Tórshavnar kommunu eru Guttormur í Skála og Tróndur Sigurðsson. Bergur Dam Jensen er tiltakslimur vegna kommununa.
SEV-umboðini í nevndini eru Hans Kári Hansen, næstformaður, og nevndarlimirnir Winnie Kjærbo og Hákun Djurhuus. Heri Mortensen er tiltakslimur vegna SEV.
Kelda: Fjarhitafelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald