Uttanlands

Fleiri ES lond vilja útbyggja kjarnorkuna

Níggju ES lond eru farin undir samstarv saman við Fraklandi um eina ætlan at menna kjarnorkuna sum part av grøna orkuskiftinum

2021-10-18 15:11 Author image
Jan Müller
placeholder

Kjakið um kjarnorku sum framtíðar orkukeldu er aftur frammi, nú grøna orkuskiftið hevur tikið dik á seg. Hóast kjarnorka er illa lýdd av mongum, so halda onnur, at hon eigur at vera ein náttúrligur partur av orkuskiftinum, nú hon einki útlát hevur við sær.

Um somu tíð sum fleiri lond vilja sleppa sær av við kjarnorkuna, eitt nú Svøríki og Týskaland, so eru tað onnur, sum ganga tann øvugta vegin og vilja gera stórar íløgur í útbygging av kjarnorkuverkum.

Eitt av hesum londum er Frakland.

-Vit ætla okkum ikki at vera bundin at gassi úr øðrum londum. Vit hava kjarnorkuna og fáa meginpartin av streyminumhaðani og hana ætla vit at menna, nú hon einki útlát hevur við sær. Um vit skulu vinna stríðið móti veðurlagsbroytingum, so hava vit tørv á kjarnorku, segði franski fíggjarmálaráðharrin Bruno Le Maire herfyri.

Frakland er eitt av teimum londum, sum brúkar mest kjarnorku í síni orkuskipan. Herfyri søgdu 9 lond í ES, at tey ætla at fylgja Fraklandi við at menna kjarnorkuna. Hesi londini eru Kekkia, Bulgaria, Kroatia, Finland, Ungarn, Póland, Rumenia, Slovakia og Slovenia.

Eisini Bretland, sum ikki longur er partur av ES, sigur seg vilja menna kjarnorkuna.

Nú um dagarnar segði franski forsetin Emmanuel Macron, at Frakland fer at fremja grøna skiftið gjøgnum kjarnorku, elbilar og flogferðslu, sum brúkar minni og reinari brennievni. Í eini ætlan nevnd “Frakland 2030” eru settar av 30 mia. euro til at fremja hesa ætlan.

-Vit skulu vera leiðandi innan grønt brennievni í 2030, sigur Macron. Landið ætlar m.a. at røkka málinum við 2 mió. el- og hybridbilum í 2030, og tað fer at menna eitt sonevnt mini kjarnorkuverk og tvey grøn vetnisverk í 2030. 

Tey níggju ES londini vilja hava Bruxelles til at góðtaka kjarnorku og gass sum burðardyggar orkukeldur í framtíðini og sum part av tí grøna orkuskiftinum. 

Eingin ivi er um, at eisini kjarnorkan fer at verða umrødd á altjóða veðurlagsráðstevnuni í Skotlandi í næstum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder