Uttanlands

Bretska stjórnin umhugsar at broyta serskatt á oljufeløg

Til tess at steðga afturgongdini í orkuframleiðsluni og fáa olju- og gasshjólini í gongd aftur

David Whitehouse, stjóri í meginfelagnum hjá bretskari orkuvinnu heitir á stjórnina at betra karmarnar hjá olju- og gassvinnuni. Tað kann vera við til at betra um truplu búskaparligu støðuna í Bretlandi heldur hann.

David Whitehouse, stjóri í meginfelagnum hjá bretskari orkuvinnu heitir á stjórnina at betra karmarnar hjá olju- og gassvinnuni. Tað kann vera við til at betra um truplu búskaparligu støðuna í Bretlandi heldur hann.

2025-10-27 18:45 Author image
Jan Müller
placeholder

Um ein mánað fer bretski fíggjarmálaráðharrin Rachael Reeves at leggja sítt fyrsta fíggjarlógaruppskot fyri parlamentið. Stórur spenningur er ikki minst í vinnuni, hvørjar broytingar stjórnin fer at leggja upp til í orkupolitikkinum. Støðan á orkuøkinum er tann, at grøna orkuvinnan megnar ikki sum ætlað at útvega neyðugu arbeiðsplássini  og orkuframleiðslu, nú kolvetnisvinnan er í stórari minking vegna forðingar, sum stjórnin hevur sett í verk. Nú ljóðar, at røddir eru frammi í stjórnini, sum vilja venda gongdini og seta ferð á aftur olju- og gasshjólini. 

Hetta skal gerast við at taka av ella broyta tann serskattin, sum varð álagdur olju- og gassvinnuni av bæði undanfarnu og sitandi stjórn. Serskatturin kom í gildi eftir methøgu oljuprísirnar og fór úr 40% upp í 78%. Nú oljuprísurin er nógv lækkaður vil vinnan hava myndugleikarnar at taka av serskattin ella broyta hann, soleiðis at hann verður tikin av, áðrenn 2030. 

Enn ein broyting, sum orkuvinnan ynskir, at stjórnin skal  seta í verk, er avtøka av banninum, sum er sett móti nýggjari leiting eftir olju og gassi. Saman við serskattinum er hetta bannið við til at taka grundarlagið undan framtíðar olju- og gassvinnuni í Bretlandi. Vinnan hevur ávarað um, at eingin fer at gera íløgur í olju og gass í Norðsjónum við hesum forðingunum. 

Og hóast orkuráðharrain Ed Miliband, sum stendur rættiliga einsamallur við sínum víðgongdu krøvum móti olju- og gassvinnuni, heldur fram við at ynskja vinnuna, har piparið grør, so eru nú týðuligar ábendingar um, at leiðslan í stjórnin fer at rætta olju- og gassvinnuni hondina. Og hetta skilst fer at koma til sjóndar í komandi fíggjarlógaruppskoti, sum verður kunngjørt 26. november. Stjórnin fer at raðfesta búskaparligu støðuna, sum er alt annað enn góð í løtuni. Og hevur sum skilst eina vón um, at betri karmar fyri olju- og gassvinnuna kunnu vera við til at venda gongdini. 

[object Object]Fer bretska stjórnin, hvat sumt bendir á, at betra um umstøðurnar hjá olju- og gassvinnuni, kann tað fáa sera jaligar avleiðingar fyri menningarætlanir á Atlantsmótinum tvs. økinum millum Hetland og Føroya, har fleiri útbyggingar standa og bíða eftir at kunna fara í gongd eins og leiting eftir nýggjum goymslum, eitt nú nærvið Føroyar. Á kortinum síggja vit fleiri av olju- og gasskeldunum, sum í framtíðini kunnu gerast mest týðandi orkulandsluturin í Bretlandi. 


Fleiri bretskir miðlar varpa ljós á málið í løtuni við yvirskriftum sum hesi: 

"UK considers scrapping oil and gas windfall tax in bid to boost growth. Treasury officials are searching for ways to boost U.K. growth ahead of  November’s budget.”

BBC veit at siga frá, at umboð fyri Fíggjarmálaráðið hava biðið olju- og gassvinnuna um at koma við einum boð uppá, hvussu búskaparliga gongdin kann vendast við íløgum í olju og gass, um serskatturin verður tikin av longu komandi ár, tvs. fýra ár áðrenn hann er settur til at fara úr gildi.  

Stjórin í meginfelagnum hjá orkuvinnuni í Bretlandi, David Whitehouse heitir á stjórnina um at taka av serskattin, eisini nevndur “The Windfall Tax” ella broyta hann skjótast til ber. Tað kann skunda undir íløgur uppá 400 mia. kr. í 90 ymsar verkætlanir, sum bíða eftir teimum røttu karmunum.

“This is a critical time. Embrace our proposal, and our members stand ready to deliver economic growth and a sustainable future,” skrivar David Whitehouse í brævi til stjórnina, sambært BBC. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder