Innanlands

Fleiri løðistøðir kring landið

SEV er farið undir at fyrireika uppsetan av fleiri løðistøðum til væntandi vaksandi talið av elbilum

2025-05-24 15:12 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir at stígur hevur verið í elbilasøluni í eina tíð, tykist vend at fara at koma í. Og fyri at leggja upp fyri komandi eftirspurninginum eftir grønari orku, fyrireikar SEV seg nú til at seta upp fleiri løðistøðir. Hetta upplýsir Jón Nielsen, deildarleiðari fyri netpartinum hjá SEV við Útvarpið. 

Hann roknar við, at føroyingar, sum vilja sleppa av við oljuna, fara at leggja seg eftir at ogna sær elbilar í framtíðini. Hann heldur, at hetta økið fer at mennast og vaksa, og her vil SEV fegið vera ein medvirkandi partur. Higartil hevur SEV sett upp 2000 løðistøðir hjá privatum og 59 hjá tí almenna. -Vit fara at fylgja væl við  gongdini á elbilamarknaðinum og byggja út við løðistøðum sohvørt sigur hann. 

SEV fer eisini at gera seg út til at kunna taka ímóti komandi avbjóðingum á elbilaøkinum og lýsir tí eftir fólki til elbiladeildina sambært heimasíðuni hjá felagnum. Talan er deildarleiðara, sum skal vera við til at menna føroysku løðiparkina og framtíðartryggja elbilaøkið. SEV sóknast eftir eldhugaðum leiðara til menning av elbilaøkinum hjá Sev at byrja skjótast gjørligt, stendur m.a. í lýsingini. 

Freistin at søkja er 2. juni 2025.

Les meira um starvið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder