
Hetta sigur FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur í skrivi til hoyring í Fíggjarnevndini um lógaruppskot at lækka skattin á oljufeløg, sum vilja koma til Føroya at leita eftir olju og gassi. FOÍB sigur í sínum svari m.a., at tað tekur undir við uppskotinum um at síðustilla partafelagsskattin fyri oljufeløg við tann partafelagsskatt, sum aðrar vinnur gjalda.
Felagið vísir á, at í niðanfyristandandi greining frá IEA heimsorkustovninum við tølum frá 2021, eru olja og gass framvegis meira enn helvtin av heimsins orkuveiting, og sum útlitini eru við stórum vøkstri í orkunýtsluni, so vil heimurin tørva olju og gass. Stjórin í IEA segði í vikuni, at heiminum tørvar meiri íløgur í olju og gass.*
Evropeiska olju- og gassframleiðslan fellir, meðan nýtslan stendur í stað ella hækkar. Hetta ger Evropa avhengugt av innflutningi úr øðrum londum. Í dagsins geopolitiska umhvørvi er hetta vandamikið.
-Soleingi vit – Føroyar og Evropa annars – hava tørv á olju og gassi, eiga vit at framleiða tað. Tað er ikki rætt at brúka eitt tilfeingi til stórt sæð alt, og so nokta at framleiða tað, men bert innflyta tað. Tí er, eftir okkara tykki, sjálvsagt, at man eigur at framleiða olju og gass í Føroyum, um tað ber til sigur FOÍB í svarskrivi til Fíggjarnevndina.
Víðari sigur felagið, at uppskotið ger føroysku treytirnar lagaligari enn í nærmastu grannalondunum, men vert er at hava í huga fylgjandi:
- Kolvetni verður enn skattað harðari enn flestu aðrar vinnur í Føroyum, hóast uppskotnu broytingina.
- Avleitt vinnuvirksemi, um oljuaktivitetur tekur seg upp í Føroyum, gevur eitt stórt íkast til samfelagið, bæði búskaparliga og í vinnumenning og útflutnginsmøguleikum.
- Bretski skatturin á 78% er í ferð við at forkoma bretsku olju- og gassvinnuni, og útlit eru til, at hesin verður broyttur, nú støðan í Evropa gerst so óviss.
- Noreg hevur eina heilt øðrvísi skipan, har norski staturin tekur 78% av leitiváðanum beinanvegin. Um eitt norskt leitifelag uttan nakra framleiðslu borar turt, so fær viðkomandi felag eina 78% kontantrefusión frá norska statinum fyri turra holið árið eftir.
Harafturat so avger jarðfrøðin, hvussu attraktivt eitt øki er. Føroyska økið má metast at hava ein størri leitiváða enn bæði bretskt og norskt øki. Tað má eisini reflekterast í skattaskipanini.
* Kelda:
https://www.reuters.com/business/energy/ceraweek-iea-director-birol-says-there-is-need-investment-existing-oil-gas-2025-03-10/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald