Við ongum minni enn landsstýrismanninum í umhvørvis- og veðurlagsmálum, Magnus Rasmussen sum flaggbera, fara Føroyar at luttaka á altjóða veðurlagsráðstevnuni COP27 i Egyptalandi komandi vikurnar.
Eisini verður eitt umboð fyri Umhvørvisstovuna, Sigurð í Jákupsstovu og tvey fyri SEV, Terji Nielsen og Helma Maria Tróndheim eins og eitt umboð frá Umhvørvismálaráðnum, Annie á Hædd við.
Orkan.fo skilur, at føroyska luttøkan fer mest at snúgva seg um royndirnar við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, ið svenska fyritøkan Minesto stendur fyri í samarbeiði við SEV.
COP27 verður sett sunnudagin og varar í tvær vikur. Umleið 190 lond verða umboðað á ráðstevnuni við m.a. leiðarum úr meira enn 100 londum teirra millum Joe Biden úr USA og Richie Sunak úr Bretlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald