Innanlands

Føroyingar mugu standa saman og samstarva

- skulu vit røkka málunum at minka um útlátið hjá eitt nú skipum varð ein av niðurstøðunum á ráðstevnu, sum MEST skipaði fyri.

70 luttakarar  vóru á ráðstevnu, sum MEST skipaði fyri -  um at minka um útlatið. Mynd Mest.

70 luttakarar  vóru á ráðstevnu, sum MEST skipaði fyri -  um at minka um útlatið. Mynd Mest.

2023-11-23 08:32 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]At hetta háaktuella evnið hevur áhuga – var sjón fyri søgn á tiltaki, sum MEST skipaði fyri á Hotel Hafnia mikudagin. Tiltakið var meiri enn fullteknað og luttóku allir aktørar, sum skulu tryggja eitt miðvíst orkuskifti innan sjóvinnuna.

Á ráðstevnuni luttóku umframt motorveitarar og kundar hjá MEST – eisini landsstýriskvinnan í orku- og umhvørvismálum, Ingilín Strøm, myndugleikar, orkuveitarar, serfrøðingar og ymisk virki.

Framløgur vórðu frá MEST og serfrøðingum úr Norra, Danmark og Finlandi. Ljós varð varpað á, hvussu vit kunnu uppstiga verandi flota til grønari loysnir - við battaríum, vetni, metanol, ammoniak og øðrum. Krøv frá kundum og myndugleikum hava við sær, at fiskifør, alibátar, tænastuskip, farmaskip og ferjur mugu leggja um til grønari loysnir komandi árini.

Framløgurnar vístu, at ymiskar loysnir longu finnast, og at aðrar loysnir eru tøkar um 2-3 ár ella so. Fyri at hetta mál skal røkkast er eyðsæð, at veiting av ymisku loysnunum má verða til staðar. Og her tykist sum at bæði SEV og onnur orkufeløg hava ætlanir fyri framman. Onkrar loysnir kunnu tó setast í verk alt fyri eitt – eitt nú hybdridloysnir av ymiskum slag.

-Ein av høvuðs niðurstøðunum var, at allir partar mugu samstarva fyri, at flotin kann eydnast við at náa málunum at minka um útlátið frá skipum og arbeiðsbátum, sigur Richard Mortensen, deildarleiðari Søla og Innkeyp  hjá Mest. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder