Innanlands

Føroyingur við í greining av marknatrætu í Afrika

Føroysk grein í Oxford University Press um marknatrætu í Afrika

2020-12-21 11:23 Author image
Jan Müller
placeholder

Í nýggjastu útgávuni av "Chinese Journal of International Law" er grein hjá Bjørn Kunoy, sum er adjungeraður professari í altjóða lóg á Setrinum og løgfrøðiligur ráðgevi hjá landsstýrinum.

Greinin hjá Bjørn Kunoy tekur støði í kritiskari greining av úrskurði í altjóða Havrættardómstólinum í Hamburg í marknatrætu millum Fílabeinsstrondina og Ghana. Serliga er tað tann parturin av úrskurðinum, sum viðger undir hvørjum umstøðum lond kunnu leita eftir og troyta kolvetni í umstríddum landgrunnsøkjum, t.e. í økjum, har tvey ella fleiri lond hava umskarandi landgrunnskrøv, ið fær rúmd og viðgerð í greinini. 

Bjørn kemur til ta niðurstøðu, at úrskurðurin stendur í andsøgn við úrskurðar hjá altjóða dómstólinum í Haag, umframt eisini við ávísar altjóða gerðarrættarúrskurðir.

Harumframt verður framført, at fatanin hjá dómstólinum í hesum marknamáli kann máa burtur av støðufestinum í altjóðarættarligu doktrinini, sum er grundarlagið undir rættinum hjá strandalondum til m.a. at troyta tilfeingi á landgrunninum.

At enda verður mett, at hesin úrskurðurin neyvan fer at verða brúktur sum fordømi hjá øðrum dómstólum í líknandi málum.

Ein samandráttur av greinini hjá Bjørn Kunoy kann lesast her.

Chinese Journal of International Law telist millum leiðandi asiatisku og altjóðarrættarligu tíðarritini og verður útgivið av Oxford University Press.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder