Í ársfrágreiðing síni til aðalfundin nú um dagarnar tók formaðurin Jens Meinhard Rasmussen samanum farna árið. Her nevndi hann so eisini málið hjá felagnum at røkka longur í grøna orkuskiftinum og vísti á reiðarí, sum eru farin undir at byggja og umbyggja skip, ið skulu rekast við ammoniakk og metanol. Nevnast kunnu reiðarí sum Navigare, Skansi Offshore og Smyril Line.
Eisini eru íløgur gjørdar í battarískipanir fyri at minka útlátið.
Umlegging til onnur og grønari brennievni er sostatt ein av teimum heilt stóru íløgunum, sum vinnan er farin undir. Henda umlegging fer at mynda komandi árini hjá handilsflotanum sum heild.
Størsta útflutningsvirði í tænastum
Formaðurin greiddi frá um virksemið í felagnum og um gongdina í vinnugreinini og vísti á, at reiðaríini hjá handilsflotanum skapa størsta útflutningsvirðið av tænastum í Føroyum.
Í 2022 var útflutningsvirðið hjá handilsflotanum 1,13 mia. kr. Hetta svarar til 38% av samlaða útflutninginum av tænastum. Honum á baki kemur ferðavinnan við einum útflutningsvirði uppá 900 mió. kr. í 2022.
Reiðaríini skapa eisini nógv arbeiðspláss í Føroyum. Kanning frá RFH vísir, at í januar 2024 arbeiða 1.350 sjófólk hjá reiðaríum í RFH, og 266 starvsfólk arbeiða á landi.
Til ber at lesa ársfrágreiðingina her: Ársfrágreiðing 2023
Á aðalfundinum stóðu Hentzar Steingrímsson, Bogi P. Nielsen, Álvur Højgaard og Sjúrður Johansen fyri vali. Teir vórðu allir afturvaldir sum nevndarlimir.
Nevndin frá vinstru: Álvur Højgaard, Sjúrður Johansen, Gunnbjørn Joensen, Hentzar Steingrímsson, næstformaður og Jens Meinhard Rasmussen, formaður. Bogi P. Nielsen manglar á myndini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald