Skeiðið er partur av “Summer Academy on the Continental Shelf 2021 (SACS), sum nú verður tikið upp aftur eftir tvey ára steðg. Hetta er triðju ferð, at skeiðið verður hildið í Arusha í Tansania, og tað er partur av menningarsamstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya, Jarðfeingi, danska GEUS og African Institute of International Law (AIIL).
Skeiðið hevur til endamáls at menna førleikar í landgrunsviðurskiftum hjá menningarlondum, og á hesum øki hava Føroyar hava holla vitan og royndir.
Í høvuðsheitum er skeiðið fíggjað av játtanini til menningarsamstarv frá Føroya landsstýri og er knýtt at eini samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetur Føroya og AIIL. Skeiðið hevur verið hildið í Føroyum tríggjar ferðir frammanundan.
Umleið 25 av teimum 30 luttakarunum eru úr sjey ymsum afrikanskum londum, og so eru eisini aðrir luttakarar úr øðrum londum kring um í heiminum.
Í 2022 verður SACS eftir ætlan hildið á National University of Singapore, NUS. Endamálið við hesum er í mest møguligan mun at røkka og stuðla menningarlondum í Fjareystri og Osiania.
Teir føroysku undirvísararnir á skeiðinum eru Bjørn Kunoy, løgfrøðingur og leiðandi umboð landsstýrisins í marknamálum, Martin Heinesen, jarðfrøðingur og limur í Landgrunsnevnd ST (CLCS) og Finn Mørk, jarðfrøðingur og serkønur í landgrunsmálum á GEUS. Eisini undirvísa aðrir altjóða serfrøðingar í løgfrøði og limir í CLCS.
Les meira um SACS-skeiðið á heimasíðuni hjá Setrinum her.
Kelda: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/menningarsamstarv-til-tansania-at-undirvisa-i-havraetti/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald