ES-nevndin hevur givið Fraklandi grønt ljós til at banna innanríkis flúgving á ávísum rutum.
Tað skrivar netmiðilin Electrek.
Tað snýr seg um flúgvingar millum Paris-Orly floghavnina og býirnar Bordeaux, Nantes og Lyon.
Bannið er komið í lag, tí Frakland í staðin vil heita á ferðafólk um heldur at brúka umfatandi jarnbreytanetið í landinum.
Talan er um at banna rutur, har tað er møguligt taka tokið, og tokferðin ikki tekur meira enn 2,5 tímar.
- Hetta er eitt risafet framá. Eg eri errin av, at Frakland er undangonguland á hesum økinum, sigur landsins samferðslumálaráðharri, Clément Beaune, sambært Electrek.
Upprunaliga ætlaði franaka stjórnin at banna átta rutum, men ES-nevndin loyvdi bara hesum trimum.
Stór mótstøða hevur verið frá fronsku floghavnunum móti ætlanini, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald