2022-04-16 22:06
Frakland man vera tað landið, sum hevur varðveitt áhugan fyri kjarnorku meira enn nakað annað. Í dag telur kjarnorkan 75% av allari orku í Fraklandi og bæði valevnini til komandi forsetaval raðfesta kjarnorkuna høgt. Verandi forsetin Macron vil byggja 14 nýggj kjarnorkuverk komandi árini, meðan kappingarneytin Le Pen vil byggja 20 nýggj kjarnorkuverk verður hon vald.
Kjarkið snýr seg eisini um vindorku. Her ynskir Macron at halda fram við at byggja út vindorkuna, meðan Le Pen ikki bert er ímóti men vil eisini leggja niður allar verandi vindmyllur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald