Fleiri útbyggingar av olju- og gassfundum eystan fyri Føroyar eru á tekniborðinum, og onkrar eru klárar til at fara av bakkastokki. Ein teirra er gasskeldan Glendronach, sum franska fyritøkan TotalEnergies stendur fyri og fann í 2018. Nú boðar felagið frá, at tað í næsta mánað fer at bjóða út fyrstu uppgávurnar til komandi útbyggingina og aðrar í komandi ári.
Gassverksmiðjan í Sullom Voe, sum tekur ímóti gassinum frá økinum millum Hetland og Føroyar
Glendronach liggur í einum gassframleiðsluøki millum Hetland og Føroyar, sum var tað fyrsta, ið miðvíst fór undir at taka upp gass úr undirgrundini og flyta tað til eina gassverksmiðju á Sullom Voe terminalinum í Hetlandi.
Frammanundan eru fýra gasskeldur útbygdar og eru partur av sama undirstøðukervi við gassleiðingum til Sullom Voe. Hesar eru Laggan, Tormore, Glenlivet og Edradour. Og so kemur Glendronach aftrat við sínum umleið 175 mió. tunnum. Keldan var upprunaliga mett sum eitt tað størsta fundið sum heild vestan fyri Hetland í mong ár men seinni skuldi tað vísa seg, at 40% minni nøgd var í goymsluni. Kortini verður hon mett at vera lønandi, nú hon kann bindast í verandi gassleiðing. Umframt Total við 60% eru eisini feløgini Viaro Energy og Ineos partur av verkætlanini við hvør sínum 20%.
Hóast umrøddu fyrireikingar, so hevur franska fyritøkan enn ikki tikið endaliga avgerð um útbyggingina, tí enn eru viðurskifti, sum skulu fáast uppá pláss fyrst.
Tær fýra gasskeldurnar vestan fyri Hetland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald